Samrøðan er ikki horvin, bara øðrvísi

Samrøðan er ikki horvin, bara øðrvísi
Nógv fólk halda seg burturi, heldur enn at byrja eina samrøðu við ein, sum hevur demens, tí tey ikki vita, hvussu tey skulu tosa, men tað nýtist ikki at vera so torført, siga tey í Alzheimerfelagnum
 
13.05.2026 - 10:25

- Tá tú tosar við ein, sum hevur demens, so byrjar tú við at siga, hvør tú ert, heldur enn at spyrja um viðkomandi minnist hvør tú ert, tí tað leggur eitt óneyðugt trýst á, sigur Unn Justinussen, næstforkvinna í Alzheimerfelagnum.

Orsøkin til prátið í morgun er ein listi, sum ofta er at síggja á sosialum miðlum, har mint verður á, hvussu tú kanst gera lívið lættari hjá einum, sum er raktur av demensi.

Ráðini á hesum lista eru als ikki so býtt, sigur Unn, men vísir tó til heimasíðuna hjá Alzheimerfelagnum, har tey eisini hava góð ráð liggjandi.

Hilmar Augustinussen er avvarndi hjá demensraktum, og hann heldur, at fólk hava lyndi til at halda seg burturi, tá tey hoyra, at onkur, tey kenna, er raktur av demensi.

- Hesi fólkini eru ikki býtt, so avgjørt ikki, men heilin hjá teimum fungerar bara upp á ein annan máta. Eg plagi at samanbera tað við eina teldu. CPUarin koyrir fínt, RAMið fungerar nokkso gott, men harddiskurin er fullur. Tað vil siga, at tú minnist ikki tað, tú gjørdi fyri fimm minuttum síðan, greiðir Hilmar frá, og leggur afturat, at tú bara skalt minnast til at tosa við viðkomandi, sum um tú júst hevur møtt teimum og ikki ganga út frá, at tey minnast tykkara fortíð saman.

a_1415-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775