Friðaravtala í Miðeystri nærkast

Friðaravtala í Miðeystri nærkast
Iran og fleiri lond eru nær við at góðkenna eina avtalu, sum millum annað skal lata Hormuzsundið upp aftur.
 
24.05.2026 - 10:43

Ein friðaravtala millum USA, Iran og fleiri lond í Miðeystri er næstan komin uppá pláss.

Tað skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, í gjárkvøldið á sínum egna sosiala miðli. 

- Ein avtala er at kalla komin upp á pláss, treytað av, at hon endaliga verður góðkend av USA, Iran og fleiri øðrum londum, skrivar Trump.

Endaligu smálutirnir í avtaluni verða í løtuni umrøddir og verða lagdir fram innan stutta tíð, verður sagt.

Avtalan fer millum annað at hava við sær, at Hormuzsundið verður latið upp, skrivar Trump.

Eisini Amerikanski uttanríkisráðharin, Marco Rubio, sigur, at stór framstig hava verið seinastu tvey samdøgrini í sambandi við støðuna kring Hormuzsundið.

- Tað er møguligt, at heimurin fær góð tíðindi innan nakrar fáar tímar, segði Rubio á einum tíðindafundi sunnudagin, sambært BBC. 

Iranska tíðindastovan Tasnim skrivar, at kjarnorkuspurningurin eftir øllum at døma ikki er ein partur av uppskotinum um friðaravtalu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028