Útlendskir ferðaleiðarar arbeiddu uttan loyvi

Útlendskir ferðaleiðarar arbeiddu uttan loyvi
Teir arbeiddu sum ferðaleiðarar í Kalsoynni og verða framstillaðir til grundlógaravhoyring í dag.
 
24.05.2026 - 10:20

Løgreglan fekk í gjár fráboðan um tveir útlendingar, sum arbeiddu ólógliga í Føroyum.

Talan var um tveir ferðaleiðarar, sum arbeiddu í Kalsoynni uttan arbeiðsloyvi.

Løgreglan stóð fyri teimum í Klaksvík, tá teir komu aftur úr Kalsoynni, og handtók teir. Teir hava síðan sitið í varðhaldi.

Sambært útlendingalógini skulu aðrir útlendingar enn norðurlendingar hava arbeiðsloyvi fyri at arbeiða í Føroyum.

Útlendingarnir verða framstillaðir til grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í dag klokkan 13, skuldsettir fyri brot á útlendingalógina.

Kringvarpið hevur tosað við ákæran, men hon vil ikki gera nakrar viðmerkingar til málið yvirhøvur í verandi løtu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342