Yvir 400 hvalir doyðu í Havn

Yvir 400 hvalir doyðu í Havn
Bæði grind og springarar doyðu í gjárkvøldið
Trý dráp vóru í gjárkvøldið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.05.2026 - 05:21

Grindin, sum doyði í Sandagerði í gjárkvøldið, var stór.

Hon er 402 hvalir. Haraftrat eru fýra hvessingar.

Grindin verður býtt bæði í 1.014 drápspartar og heimapartar. ​

Seðlarnir til drápspartarnar koma væntandi út klokkan níggju fyrrapartin.

Øll í Tórshavnar kommunu fáa heimapart, sigur kommunan.

Men ikki verður býtt á vanligan hátt.

Fólk kunnu koma á staðið, har skorið verður upp, og fáa part.

Ikki verður sagt, hvar tað staðið er. Men tað plagdi at vera á Vestaru bryggju. 

Springarar

150 springarar doyðu í Skálafirði.

Seðlarnir har eru longu komnir.

Og 132 springarar doyðu í Streymnesi.

Sunda kommunu biður fólk fylgja við á heimasíðuni hjá kommununi, hvussu býtt verður og nær seðlarnir koma. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847