Ófriður í Fraklandi eftir finalusigurin hjá PSG

Ófriður í Fraklandi eftir finalusigurin hjá PSG
Tað var alt annað enn sigursrómur og ovfarakæti, ið setti dám á franska høvuðsstaðin París, sum er heimstaður hjá PSG, eftir Champions Leauge-sigurin
Abdul Saboor/Reuters/Ritzau Scanpix
Mynd: Býarmyndin í París í gjárkvøldið.  
 
31.05.2026 - 11:00

Annað árið á rað vann franska fótbóltsfelagið Paris Saint-Germain, ella PSG, Champions League-finaluna. 

Mótstøðuliðið var enska Arsenal, og finalan bleiv spæld á Puskin Arena í ungarska høvuðsstaðnum Budapest.  

Talan var um eina sera spennandi og dramatiska finalu, sum endaði javnt 1 - 1 í vanligu leiktíðini. 

Í longdu leiktíðini kom onki mál, og tí mátti finalan avgerast við brotssparkskapping, sum PSG altso vann.

Endaliga úrslitið bleiv 4 - 3. 

Men tað var alt annað enn sigursrómur og ovfarakæti, ið setti dám á franska høvuðsstaðin París, sum er heimstaður hjá PSG, eftir Champions Leauge-sigurin. 

Ístaðin var býurin merktur av umfatandi gøtuófriði og vandalismu í gjárkvøldið og í nátt. 

Og sama skilið var í nógvum øðrum býum í Fraklandi, veit bretska kringvarpið BBC at siga. 

Í túsundatali av løgreglufólki mátti út á gøturnar um alt landið, har PSG-viðhaldsfólk gjørdu um seg við herverki, eldsáseting og harðskapi. 

Fleiri løgreglufólk fingu skaða í bardøgum við fótbóltsfjepparar - ella rættari, ófriðarkroppar, sum brúka fótbóltsdystir sum høvi til at skapa ófrið og ruðuleika. 

Í París mátti løgreglan brúka táragass fyri at spjaða herjandi mannamúgvur í miðbýnum. 

BBC hevur fingið at vita frá franska Innanríkismálaráðnum, at løgreglan tíðliga í morgun hevði handtikið tilsamans 416 fólk í sambandi við gøtuófrið eftir Champions Leauge-finaluna, og av teimum vóru 280 handtikin í París. 

Umfatandi ófriðurin hevur fingið høgtstandandi politikarar í Fraklandi at øtast. 

Innanríkisráðharrin Laurent Nuñez er endurgivin fyri at siga, at sjey løgreglufólk vóru særd í ófriðinum, sum hann heldur absolutt ikki kann góðtakast. 

Og Marine Le Pen, sum er leiðari í høgravíðgongda flokkinum Rassemblement National - flokkurin, sum fyrr æt Front National - skrivaði soleiðis á sosiala miðlinum X:

"Bara í Fraklandi elvir ein sigur hjá einum fótbóltsfelag til gøtuófrið. Bara í Fraklandi kenna fólk seg noydd at læsa seg inni í heimum sínum um kvøldið, tá ein sigur er vunnin, fyri ikki at blíva møtt við harðskapi.” 

Eftir Champions Leauge-finalusigurin hjá Paris Saint-Germain í fjør var eisini umfatandi ófriður í Fraklandi, og tá lótu tvey fólk lív í samanbrestum, annað teirra var ein bara 17 ára gamal drongur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039