- Tíðindi, mentan og ítróttur
Michael Schjønberg og 07 Vestur fara hvør til sítt

07 Vestur boðaði um vikuskiftið frá, at Michael Schjønberg ikki longur er høvðusvenjari í felagnum. Fyrrverandi danski landsliðsspælarin hevur á øðrum sinni staðið á odda fyri besta mansliðnum hjá 07 Vestur, men úrslitini hava ikki verið góð í ár.
07 Vestur liggur aftast í Meistaradeildini hjá monnum við sjey stigum. Dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir, var ósigurin fyri Skála fríggjakvøldið. 07 Vestur tapti 2-1 og var sambært viðmerkjarum og dystartølunum greitt við undirlutan.
- Michael Schjønberg og 07 Vestur eru komin ásamt um at enda samstarvið. Vit vilja takka Schjønberg fyri tað, hann hevur lagt eftir seg í felagnum, og ynskja honum alt tað besta og góða eydnu framyvir, vóru stuttu og greiðu boðini frá 07 Vestur.
Tór-Ingar tekur
Felagið gjørdi skjótt av og setti Tór-Ingar Akselsen sum nýggjan venjara. Hann hevur í ár verið venjari hjá 1. deildarliðnum hjá B36. Tór-Ingar Akselsen er væl kendur í felagnum. Hann er fyrrverandi spælari og hjálparvenjari í felagnum.
- Tór-Ingar Akselsen er settur sum nýggjur høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum. Samstundis heldur restin av venjaratoyminum fram, soleiðis at støðufesti og kontinuitetur verða varðveitt, skrivar 07 Vestur og leggur afturat:
- Setanin av Tór-Ingari er í tráð við langtíðarætlanina hjá felagnum, ið millum annað er menna felagið bæði á og uttanfyri vøllin. Ein týðandi partur at menna felagið verður at geva lokalum spælarum bestu møguleikar at mennast og taka stigið inn á besta liðið. Hetta verður gjørt við at geva hvørjum einstakum leikara góðar fortreytir at menna seg á teimum plássum og í teimum leiklutum, sum hóska best til hansara eginleikar.
Felagið skrivar víðari, at tað týdningarmesta er gott samanhald og góðar umstøður hjá ungum spælarum, at mennast. Tað er óvist, um tað er her orsøkin til uppsøgnina hjá Michael Schjønberg skal finnast.
- Við einari greiðari kós er málið at skapa eitt umhvørvi, har bæði einstaklingar og lið kunnu mennast. Felagið hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at byggja upp ein góðan felagsskap. Tí verður dentur framvegis lagdur á at hava eina góða mentan kring liðið og felagið sum heild, har arbeiðssemi, samanhald og gleðin við fótbólti eru týdningarmikil virði.
07 Vestur hevur eftir 12 umfør vunnið sær sjey stig. Trý stig eru upp til niðurflytingarstrikuna. Komandi dystur hjá 07 Vestur verður leygardagin 13. juni móti Víkingi. Komandi vikuskifti spælir manslandsliðið í Baltic Cup, tí er einki umfar í Meistaradeildini.



























