Skriva undir nýggjan sáttmála við Akademikarafelagið í dag

Skriva undir nýggjan sáttmála við Akademikarafelagið í dag
Gongd er í samráðingum við onnur feløg, sum Fíggjarmálaráðið hevur sáttmála við
Jan Sjóstein er stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.06.2026 - 12:59

Seinnapartin fer Akademikarafelag Føroya at skriva undir sáttmála við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.

Tað váttar stjórin á Lønardeildini, Jan Sjóstein, fyri Kringvarpinum.

Jan Sjóstein sigur, at gongd er í samráðingum við onnur feløg, og at tey eru farin undir samráðingar við fleiri feløg.

- Vit fara at gera eitt árs sáttmála við fleiri av teimum 12 feløgunum, sum vit hava gjørt fimm ára sáttmála um karm við. Og vit fara undir samráðingar við fleiri av teimum fakfeløgunum, sum ikki eru partur av semjuni um karm, sigur Jan Sjóstein.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891