Christian Eriksen: - Eg havi tað gott

Christian Eriksen: - Eg havi tað gott
Christian Eriksen hevur tað gott og er aftur saman við familjuni eftir at hann small í venjingardystinum ímóti Ukraina í gjár
Christian Eriksen small, tá umleið 64 minuttir vóru spældir av dystinum ímóti Ukraina í Odense sunnudagin
Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix  
 
08.06.2026 - 17:07

Christian Eriksen hevur tað gott og er saman við familjuni. Tað skrivar danski miðvallarin í Instagram, eftir at hann small í venjingardystinum ímóti Ukraina sunnudagin.

 - Sum tit kunnu ímynda tykkum, ávirkaði tað bæði meg og familuna, at eg fekk stoyt frá hjartastartaranum, skrivar 34 ára gamli fótbóltsspælarin á sínum vanga.

LES EISINI: Christian Eriksen small aftur

Hetta var aðru ferð, at Christian Eriksen smellur á vøllinum. Miðvallarin fekk hjartasteðg í EM-dysti ímóti Finnlandi í Parkini til EM-endaspælið í 2021. 

Eftir tilburðin fekk hann pacemakara skurðísettan. Sjey mánaðir seinni byrjaði hann at spæla yrkisfótbólt aftur í Brentford. Hendingin í gjár kann ikki samanberast við hana fyri fimm árum síðan, sigur Christian Eriksen sambært donskum miðlum.

Í skrivinum takkar hann liðfeløgum á heilsustarvsfólkum, sum hjálptu honum á vøllinum í Odense sunnudagin, og hann sendir eisini eina tøkk til øll, sum hava "tikið sær av sær og hjartanum" síðstu árini.

 - Tað er teirra serkunnleika at takka, at  mín ICD (hjartastartari, blaðm.) gjørdi tað, hann skuldi: Nevniliga verja meg, tá eg hevði brúk fyri tí, skrivar Christian Eriksen.

 - Nú hugsi eg bert um at koma fyri meg, vera saman við familjuni, halda frí og spæla fótbólt saman við børnunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906