Hevur kært dómin til landsrættin

Hevur kært dómin til landsrættin
Marius Borg Høiby hevur noktað seg sekan í teimum grovastu ákærunum, og í landsrættinum krevur hann at verða fríkendur fyri neyðtøku
Marius Borg Høiby hevur skotið dómin í rættinum í Oslo inn fyri landsrættin.
Mynd: Tv2 Noreg  
 
15.06.2026 - 14:11

Marius Borg Høiby, sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit, hevur kært dómin, sum hann fekk í tingrættinum í Oslo í dag.

Rætturin dømdi Marius Borg Høiby fýra ára fongsul fyri m.a. neyðtøku og harðskap.

Hann var ákærdur fyri tilsamans fýra neyðtøkur. Rætturin dømdi hann sekan í tveimum neyðtøkum, men fríkendi hann fyri tvær. 

Marius Borg Høiby hevur noktað seg sekan í teimum grovastu ákærunum, og í landsrættinum krevur hann at verða fríkendur fyri neyðtøku, upplýsir annar av verjunum, Petar Sekulic, fyri norskum miðlum.

Marius Borg Høiby var í rættinum í Oslo eisini dømur at rinda 640.000 norskar krónur í endurgjaldi til tey fýra offrini.

Tað svarar til góðar 435.000 krónur í okkara peningi. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598