14 milliardir goldnar í lønum seinasta árið

14 milliardir goldnar í lønum seinasta árið
Fiskiveiða og aling eiga meira enn triðingin av vøkstrinum
Hýran í botnfiskaveiðuni seinasta árið er vaksin næstan 50 prosent.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.06.2026 - 09:29

14 milliardir krónur fóru til A-skattaðar lønir í Føroyum frá juni í fjør til mai í ár.

Hetta eru næstan ein milliard og 880 mió. kr. - 6,7 prosent - meira enn frá juni 2024 til mai 2025, skrivar Hagstovan.

Fiskiveiða og aling eiga meira enn triðingin av vøkstrinum. 

Hetta kemst serliga av hýru í botnfiskiveiðuni, sum seinastu 12 mánaðirnar er vaksin næstan 50 prosent.

 

Menn eiga størsta vøksturin

Menn, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, hava størsta vøksturin. Teir áttu meira enn helvtina av vøkstrinum, góðar 540 milliónir krónur, níggju prosent. 

Kvinnur, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, høvdu næst størsta vøksturin í krónum, 144 milliónir krónur. 

Hagstovan sigur, at undir almennum ræði eru bólkarnir almenn fyrisiting og tænasta, ikki fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir, sum eru undir almennum ræði.

Undir privatum ræði eru ikki fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir privatum ræði og ikki fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir útlendskum ræði.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527