Fara at krevja pengar fyri sjúkraflutning

Fara at krevja pengar fyri sjúkraflutning
Uppskot er nú gjørt um at áseta umsitingargjald fyri heimferð ella sjúkraflutning hjá útlendingum, sum Sjúkrahúsverkið ger fyri tryggingarfeløg
Útlendskir sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir, eru á sjúkrahúsi í Føroyum, tí tryggingin hevur ikki stundir at koma eftir teimum.
 
17.06.2026 - 06:58

Uppskot er nú gjørt um at áseta umsitingargjald fyri heimferð ella sjúkraflutning hjá útlendingum, sum Sjúkrahúsverkið ger fyri tryggingarfeløg.

Umsitingargjaldið verður, sambært uppskoti um kunngerð, 21.000 kr.

Í fjør var kunngerðin um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð broytt.

Men hon hevur onga áseting um umsitingargjald í sambandi við, at útlendskir sjúklingar hava brúk fyri  sjúkraflutningi til heimlandið.

Tað kemur javnan fyri, at tryggingin ikki fær komið eftir sjúklingi so skjótt, sum støðan hjá sjúklinginum krevur tað.

Tað er, tá lækni heldur, at sjúklingurin hevur tørv á skjótari viðgerð, sum vit ikki kunnu veita í Føroyum. 

Liðugt viðgjørdir á sjúkrahúsi

Eisini kemur javnan fyri, at sjúklingar liggja á føroyskum sjúkrahúsi liðugt viðgjørdir og bíða eftir, at tryggingin skal heinta sjúklingin. 

Tí hevur uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum av og á bjóðað seg fram til at fyriskipa heimferðina hjá útlendskum sjúklingi, so tað skal ganga skjótari. 

Seinastu vikurnar hevur Sjúkrahúsverkið meira enn einaferð fyriskipað flutning til sjúkrahús í Danmark, tí støðan hjá sjúklinginum var soleiðis, at hann, sambært læknaligari meting, ikki kundi bíða eftir, at SOS International kundi koma eftir sjúklinginum.

Hetta arbeiði tekur bæði tíð og arbeiðsorku frá uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum. 

Sjúkrahúsverkið vil tí sleppa at taka umsitingargjald fyri at fyriskipa heimferð ella sjúkraflutning hjá útlendingum fyri útlendsk tryggingarfeløg. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040