Friðaravtalan lækkar oljuprísin munandi

Friðaravtalan lækkar oljuprísin munandi
Olja kann í morgun keypast fyri 75 dollarar fyri tunnuna, og príslækkingin er 30 prosent seinasta mánaðin
At Hormuzsundið letur uppaftur fyri skipaferðslu, fær stóran týdning, tí ein fimtingur av allari heimsins olju fer gjøgnum sundið.
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
18.06.2026 - 08:08

Nú USA og Iran hava skrivað undir friðaravtala, er oljuprísurin fallin munandi.

Tað eru útlitini til, at Hormuzsundið letur uppaftur. Sundið er sera týdningarmikið í oljuhøpi, tí umleið ein fimtingur av allari heimsins olju verður flutt tann vegin.

Áðrenn kríggið byrjaði lá oljuprísurin og sveiggjaði millum 60 og 70 dollarar fyri tunnuna, men hann fór beint upp í loft, tá iransku myndugleikarnir gjørdu av at steingja Hormuzsundið. Eitt skifti var prísurin uppi á 114 dollarum fyri tunnuna.

Men seinasta mánaðin er oljuprísurin kropin spakuliga niðuraftur, og í morgun er prísurin fyri Brent-olju komin niður á slakar 78 dollarar fyri fatið, og Crude-oljan kann í morgun keypast fyri slakar 75 dollarar fyri fatið.

Tað er ein príslækking uppá sløk 30 prosent henda seinasta mánaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161