Tyrlan boðsend tvær ferðir eftir útlendskum ferðafólkum

Tyrlan boðsend tvær ferðir eftir útlendskum ferðafólkum
Ein kvinna hevði fingið skaða við Trælanípuna, og ein maður fekk skaða oman fyri Gásadal
Tyrlan var boðsend tvær ferðir í Vágum í gjár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.06.2026 - 08:08

Tvær ferðir í gjár var tyrla hjá Atlantic Helicopters í Vágum eftir útlendskum ferðafólkum, sum fingu skaða, skrivar Vørn.

Klokkan tvey seinnapartin var tyrla send eftir einari kvinnu, sum fekk skaða við Trælanípuna.

Hon var flogin á Landssjúkrahúsið.

Lítlan tíma seinni vóru aftur boð eftir tyrlu.

Tá hevði ein maður fingið skaða oman fyri Gásadal. Tyrlan flutti hann oman til vegin.

Haðani fór hann við sjúkrabili til Landssjúkrahúsið.

Mánadagin var tyrla eftir útlendskari kvinnu, sum fekk skaða oman fyri Tjørnuvík.

Hon var flogin á Landssjúkrahúsið, skrivar Vørn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026