Andy Burnham stillar upp til formansvalið í Labour

Andy Burnham stillar upp til formansvalið í Labour
Hildið verður, at hann hevur bestan møguleika at gerast formaður í Labour eftir Keir Starmer, sum fyrrapartin boðaði frá, at hann leggur frá sær
Andy Burnham hevur nú alment boðað frá, at hann stillar upp til formansvalið í Labour.
Mynd: Temilade Adelaja/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.06.2026 - 11:38

Andy Burnham ætlar at gerast formaður í Labour og forsætisráðharri í Bretlandi.

Tað váttar hann á miðlinum X.

Andy Burnham, sum hevur verið borgarstjóri í Manchester, var í síðstu viku valdur í parlamentið á einum eykavali. 

Hildið verður, at hann hevur bestan møguleika at gerast formaður í Labour eftir Keir Starmer, sum fyrrapartin boðaði frá, at hann leggur frá sær.

Keir Starmer heldur fram sum floksformaður og forsætisráðharri, til tað er greitt, hvør skal taka við.

- Eg haldi fram sum forsætisráðharri, til valið av nýggjum floksformanni er av, sigur Keir Starmer. 

Ætlanin er, at uppstillingin til formansvalið í Labour skal vera liðug, áðrenn parlamentið fer í summarfrí. Freistin at stilla upp er 16. juli. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154