Iran ætlar at umsita Hormuzsundið

Iran ætlar at umsita Hormuzsundið
Iranski samráðingarleiðarin sigur, at umstøðurnar í Hormuz verða ongantíð aftur tær somu, sum tær vóru fyri kríggið
Skipaferðslan í Hormuzsundinum hevur verið tarnað av krígnum, men nú sleppa skip aftur gjøgnum sundið.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
23.06.2026 - 09:50

Høvuðssamráðingarleiðarin hjá Iran, Mohammad Bagher Ghalibaf, sigur, at Teheran fer at umsita Hormuzsundið, skriva almennir iranskir miðlar

Í gjár varð kunngjørt, at USA og Iran eru samd um eina ætlan, sum innan 60 dagar, skal føra til endaliga friðaravtalu.

Sambært leiðandi samráðingarmanninum hjá Iran eru londini samd um at fáa samskiftisskipan um skipaferðsluna í Hormuzsundinum, fyri at sleppa undan ósemjum.

Ghalibaf segði við almennu tíðindastovuna Irna, at Hormuzsundið ongantíð vendir aftur til umstøðurnar undan krígnum, og at sundið verður umsitið av Islamiska Lýðveldinum Iran, sambært altjóða lóg.

Í gjár segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at Hormuzsundið er "víðopið", men kom eisini við eini ávaring:

- Heldur Iran seg ikki til avtaluna, so geri eg tað, sum eg skal gera, segði Trump.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386