Fimm ferðaleiðarar vístir av landinum

Fimm ferðaleiðarar vístir av landinum
Seks útlendskir ferðaleiðarar hava fingið sektaruppskot fyri at arbeiða í Føroyum uttan arbeiðsloyvi í  mai og í juni
Munur er á, um ferðaleiðari er lønmóttakari ella vinnurekandi.
 
24.06.2026 - 05:57

Seks útlendskir ferðaleiðarar hava fingið sektaruppskot fyri at arbeiða í Føroyum uttan arbeiðsloyvi í  mai og í juni.

Sektaruppskotini eru tilsamans 409.000 kr.

Nógv tað størsta er 300.000 kr.

Tvey eru 50.000 kr. og hini 3.000 kr.

Ferðaleiðararnir eru úr Skotlandi, Slovakia, Kina, Póllandi, Týsklandi og Onglandi, fimm menn og ein kvinna.

Fimm teirra eru víst úr Føroyum og sleppa ikki aftur higar í tvey ár.

Fimm ferðaleiðarar tóku av sektaruppskotinum.

Tann, sum fekk 300.000 kr., tók ikki av.

Mál hansara skal tí í rættin. 

Støddin

Um støddina á sektini, upplýsir politiið, at sektin er ásett eftir, um fólk eru vanligur lønmóttakari ella vinnurekandi, sum hevur havt serligan vinning av at arbeiða í Føroyum, til dømis við selja túrar til Føroya.

Politiið hevur harumframt skrásett 10 mál, har fráboðanir vóru um fólk, har viðurskiftini vóru í lagi. 

Í fýra málum eru viðurskiftini fingin í rætt lag, áðrenn arbeiðið hjá ferðaleiðaranum byrjaði, upplýsir politiið.

Og politiið hevur fingið okkurt um 80 fráboðanir, sum ikki eru skrásettar hvør á sítt mál.

Talan er eitt nú um fráboðanir um somu viðurskifti, um viðurskifti, sum eru í lagi ella, sum hava verið á ov tunnum grundarlagi at byrja politimál. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776