Nøgd við nøringarlæru

Nøgd við nøringarlæru
Næmingar í miðnámi eru sum heild nøgdir við ta seksualundirvísing, tey fáa
Samtykki er við í seksualkunningini.
 
30.06.2026 - 06:57

Næmingar í miðnámi eru sum heild nøgdir við ta seksualundirvísing, tey fáa.

Gigni gjørdi nakrar eftirmetingar seinasta skúlaár, har næmingarnir kundu eftirmeta undirvísingina við egnum orðum. 

Nógv tey flestu góvu sera jaligar afturmeldingar.

Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, í svari til Bjørt Lind, løgtingskvinnu.

Hon spurdi um seksualundirvísing í miðnámi.

Bárður á Lakjuni sigur, at tveir heilsufrøðingar hava havt seksualkunning í miðnámi síðani august 2024. 

Øll í 1.g fáa seksualkunning, sigur landsstýrismaðurin.

Tey fáa fýra ferðir 45 minuttir.

Evnini eru seksualitetur, kynslív, fyribyrging, mørk, porno, ymiskleiki, seksuell rættindi og samtykki.

Serbreytirnar hava fingið kunning við somu evnum tillagað menningarstigið. 

Samtykki

Í verandi skúlaári hava næmingarnir í 3.g fingið kunning um samtykki.

Seksualkunningin er í tøttum samstarvi við leiðslurnar í miðnámi.

Heilsufrøðingarnir hava regluligt samskifti við leiðslur og starvsfólk skúlanna.  

Eisini hevur ein sálarfrøðingur frá Sernámi við servitan um seksuella heilsu verið við til partar av kunningini og givið heilsufrøðingunum eina eftirmeting. 

Í heyst fara heilsufrøðingarnir aftur til Noregs at førleikamenna seg og ogna sær nýggjastu vitanina um økið, svarar Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154