Stjørnurnar kappast um at skora

Stjørnurnar kappast um at skora
Kappingin um at gerast HM-toppskjútti er kanska harðari enn nakrantíð fyrr. Tær flestu av stóru stjørnunum raka málið óvanliga væl, og enn eru nógvir dystir eftir at spæla
Kylian Mbappé og Frakland hava verið flúgvandi í heimsmeistarakappingini higartil. Her skorar framherjin ímóti Svøríki
Mynd: Charly Triballeau/AFP/Ritzau Scanpix  
 
02.07.2026 - 18:36

Yvirskriftirnar vóru nógvar, tá Lionel Messi við tveimum málum ímóti Eysturríki yvirhálaði Miroslav Klose sum mest skorandi spælarin í HM-søguni.

Argentinski gandakallurin hevði longu skotið hattrikk ímóti Algeria, og síðan legði hann eitt mál afturat sum innskiftari ímóti Jordan í síðsta bólkadystinnum og kom tískil upp á seks mál í kappingini higartil. Tað gevur tilsamans 19 HM-mál samanlagt.

Kylian Mbappé eltir Messi við fullari ferð. Franska superstjørnan úr Real Madrid hevur eisini skotið seg væl og virðiliga upp um Miroslav Klose við sínum seks málum higartil. Mbappé hevur nú skotið 18 HM-mál tilsamans.

Yvirhøvur eru óvanliga nógvir spælarar við í kappingin um at gerast HM-toppskjútti hesa ferð, og næstan allar tær stóru stjørnurnar hava rakt málið óvanliga væl.

 


Upphevjaðir: Lionel Messi og Diego Maradona eru stóru tíggjararnir í argentinsku fótbóltssøguni - og kanska í fótbóltssøguni yvirhøvur. (Mynd: Paul Ellis/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Níggjararnir raka málið

Finalistarnir í Katar, Messi og Mbappé hava skotið seks mál í part, men fraklendingurin hevur spælt ein dyst meir enn argentinarin. Beint niðanfyri teir báðar tróta ikki stór nøvn. Tveir klassiskir níggjarar skora eisini í stórum stíli.

Norra hevur livað upp til væntanirnar í sínum fyrsta HM-endaspælið síðan 1998, og tað kemst ikki minst av, at Erling Haaland úr Manchester City hevur skotið fimm mál higartil. Hann hevur skotið óhugnalig 60 mál í 53 landsdystum.

HOYR EISINI: HM-poddurin við Tróndi Arge

 


Soleiðis uppliva flestu málverjar Erling Haaland. Manchester City-framherjin hevur skotið fimm HM-mál higartil og heili 60 í 53 landsdystum fyri Norra. (Mynd: Paul Ellis/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Norra er í áttandapartsfinaluni, og tað er England eisini. Hjá teimum er álitið enn sum áður Harry Kane. Bayern-framherjin skeyt bæði málini í sigrinum á Kongo í gjár, og við teimum kom hann eisini upp á fimm mál higartil.

Afturat tí, kom Kane upp á 13 HM-mál higartil - upp undir liðina á Just Fontaine - og upp um brasilsku legenduna Pelé, sum skoraði 12 ferðir í heimsmeistarakappingum. 

 

Lívligu vengurnir eisini við

Tvær av teimum størstu stjørnunum í heimsfótbólti síðstu árini eru eisini við í dystinum um toppskjúttaheitið. 

Ousmane Dembélé og Vinícius Júnior, sum hava kappast um Ballon D'or síðstu árini, kappast nú um sonevnda gylta skógvin. 

HOYR EISINI: HM-tíðindi við Suna Merkistein

Dembélé úr Fraklandi, sum vann Ballon D'or í fjør, skoraði hattrikk ímóti Norra og eitt mál ímóti Irak, meðan brasilski Vinícius higartil hevur skora ímóti Marokko (1), Haiti (1) og ímóti Skotlandi (2). 

Teir hava fýra mál í part, og eru framvegis við í kappingini, meðan Ismaila Sarr, sum eisini hevur skorað fýra ferðir, varð útsligin saman við Senegal í gjár.

 


Vini, vidi, vici? Hann hevur ikki sigrað enn, men Brasil og Vini Jr. eru við í kappingini um HM-heitið og toppskjúttaheiðurin. (Mynd: Phil Noble/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Við ella ikki?

Einastu veruliga superstjørnurnar, sum ikki gera seg galdandi ovast á listanum enn, eru spanski Lamine Yamal og portugisiski Cristiano Ronaldo. 

- Eg eri við aftur, segði portugisiska superstjørnan, tá hann hevði skorað tvey ímóti Usbekistan, men hann er farin málleysur av vøllinum í hinum báðum dystunum hjá Portugal higartil.

Spania er kanska heldur ikki komið upp í fullar snúningar enn, og Yamal, sum framvegis er darvaður av skaða, hevur bert skorað einaferð higartil. Blaðunga Barcelona-vonginum dámar tó ikki bólkaspæl, men elskar røkkstøkk-dystir. 

Tað sigur hann í øllum førum, og nú verður sjón fyri søgn, tí enn hava Spania og Portugal ikki spælt sínar sekstandapartsfinalur.

 


Lamine Yamal er enn darvaður av skaða, sum hann fekk í apríl, men unga Barcelona-stjørnan hevur framvegis tíð at spæla við um HM-heitið. Hann verður tó neyvan millum teir bestu málskjúttarnar. (Mynd: Raquel Cunha/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Hvussu nógv mál fáa toppskjúttarnir?

Fyri seinna heimskríggj og í fyrstu kappingunum eftir kríggið fingu toppskjúttarnir fleiri ferðir upp ímóti ella meir enn 10 mál í einum og sama endaspæli.

Guillermo Stábile úr Argentina skoraði átta mál upp á fýra dystir í 1930, brasilski Ademir níggju upp á seks í 1950, Sándor Kocsis úr Ungarn skeyt 11 mál upp á fimm dystir í 1954 og áðurnevndi Fontaine úr Fraklandi skoraði heili 13 mál upp á seks dystir í Svøríki í 1958.

Týski bumbarin, Gerd Müller, rakk eisini upp á 10 mál uppá seks dystir í 1970, men ofta eftir tað skutu HM-toppskjúttarnir seks mál ella færri. 

SÍ EISINI: Orð og video av bestu HM-málskjúttunum í HM-søguni

Brasilski Ronaldo skoraði átta í 2002, og í Katar skoraði Mbappé átta mál  millum annað hattrikk í finaluni - har hann kortini mátti lúta fyri Messi og Argentina.

Spurningurin er so, hvør verður toppskjútti hesa ferð, og hvussu nógvum málum hann røkkur. Higartil hava stjørnurnar glampa, og tær, sum koma longst í kappingini, hava nógvar dystir eftir at spæla.

 

HM-toppskjúttar higartil (Sí allan listan her)

1. Kylian Mbappé, Frakland: 6 mál
2. Lionel Messi, Argentina: 6 mál
3. Erling Haaland, Norra: 5 mál
4. Harry Kane, England: 5 mál
5. Ousmane Dembélé, Frakland: 4 mál
6. Vinícius Júnior, Brasil: 4 mál
7. Ismaila Sarr, Senegal: 4 mál

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360