- Tíðindi, mentan og ítróttur
10 ting, ið tú mást uppliva á G! 2026

Clickhaze (FO)
Sandurin, leygarkvøldið kl. 22:50
Kanska mest týðandi tónleikabólkur í søgu føroyinga fer aftur á pallin á Sandinum í Syðrugøtu fyri fyrstu ferð í 23 ár. Seinasta konsertin var eisini spæld á Sandinum í 2003. Clickhaze bleiv stovnaður til Prix Føroyar-kappingina í 1999, og hevur við árunum fingið eina mýtologiska støðu. Bólkurin spann eitt serstak føroyskt rokkljóð burtur úr broddinum á kingosálmunum, kvæðunum og skaldrunum, sum bleiv tøvt upp í altjóða rák innan indierokk og tripphopp, ið vóru frammi um aldarmótið. Limirnir í Clickhaze hava síðani gingið undan við at sparka dyrnar út á altjóða tónleikapallin upp á víðan vegg fyri føroyskan tónleik, tí burturúr Clickhaze eru sprottin nøvn sum Eivør, ORKA, Hogni, Petur Pólson og ikki at gloyma G! festivalurin sjálvur. Tað vóru nevniliga limirnir í Clickhaze, ið saman við fólkunum í tónleikasamtakinum Grót, sum tóku stig til G! festivalin í 2002. Clickhaze konsertin á G! 2026 kann ikki blíva annað enn nakað heilt, heilt, heilt serligt.
LES EISINI: G! 2026: Clickhaze aftur at hoyra á Sandinum
SÍ EISINI: "Millum himmal og helviti", KVF-dokumentarfilmur um G! festivalin frá 2017
Ásgeir (IS)
Spæliplássið, leygardagin kl. 17.30
Hann hevur verið og vitjað nakrar ferðir áður, íslendski Ásgeir Trausti, men tað eigur ikki at verða brúkt sum umbering fyri ikki at fara at lurta eftir hesum heimskenda íslendska Føroyavini. Tónlistin hjá Ásgeiri er í heimsflokki, og við nýggju og sera sterku plátuni "Julia" í skjáttuni, kryddað við hittum sum "Leyndarmál/Kings And Cross" og "Dýrð í dauðaþögn/In The Silence", so kann tað ikki blíva annað enn ein gandakend løta á Spæliplássinum leygardagin kl. 17.30. Eg sigi sum G! festivalurin: Tú mást fara!
Tommy Cash (EST)
Sandurin, leygardagin kl. 20.20
Tá tað vildi so vanlukkuliga illa til, at stóra, altjóða høvuðsnavnið á G! 2026, amerikumaðurin Oliver Tree, lat lív í einari syrgiligari tyrluvanlukku í Rio de Janeiro fyrr í ár, bleiv heitt á estiska vinmann hansara, Tommy Cash, um at traðka í stóru skógvarnar, ið brádliga stóðu tómir í G! skránni. Føroyingar flestir kenna nokk Tommy Cash frá sanginum "Espresso Macchiato", ið gjørdist eitt stórt hitt í Evropa eftir luttøkuna í Eurovision 2025. Men Tommy Cash er meira enn Eurovision. Longu í 2016 fekk hann gjøgnumbrot við lagnum Winaloto, og hann var eitt altjóða kultnavn langt áðrenn TikTok og Eurovision. Tommy Cash hevur arbeitt saman við nøvnum sum Charli XCX, Diplo, Boys Noize og Käärijä, og er kendur fyri sín heilt serliga stíl, har tónleikur, framførslulist og vitleyst skemt renna saman.
Silvurdrongur (FO)
Spæliplássið, fríggjadagin kl. 21.15
Trygvi Danielsen ger einki hálvt uttan mun til, um hann skrivar skaldsøgur, ger filmar ella útgevur tónleik. Tíðarinnar svar upp á Jóannis Nielsen er klárur við nýggjari fløgu - ja, tað er ein fløga - sum verður feirað við einari serligari útgávukonsert á G! festivalinum. Stílurin er enn einaferð broyttur og kann kanska best lýsast sum eitt sindur meira rokkutur. Allar framførslurnar hjá Silvurdrongi á G! eru millum tær, ið fólk tosa mest um, og tað eigur í sær sjálvum at fáa fólk at taka beinini upp á nakkan og fara til konsertina. Tað verður nakað serligt.
Fantastic Negrito (US)
Sandurin, fríggjadagin kl. 19.50
Gjøgnumbrotið kom í 2015, tá ið Fantastic Negrito vann fyrstu NPR Tiny Desk-kappingina móti so frægum nøvnum sum Kacey Musgraves, Leon Bridges, Kate Tempest og øðrum. Síðan tá hevur hann vunnið ikki færri enn tríggjar Grammy-virðislønir fyri pláturnar "The Last Days of Oakland", "Please Don't Be Dead" og "Have You Lost Your Mind Yet?". Søgan um Fantastic Negrito er sum hin um fuglin Føniks. Rokaligur unglingi, og ein hørð lagna við døprum útlitum. Ein tónleikari, sum hevur staðið á gøtuni og sungið fyri nøkur oyru í hattin, og higani hevur megnað at lyfta seg upp á hægstu tónleikaligu tindar. Ein maður, sum tekur amerikanska upprunatónleikin inn í nýggju øldina.
AySay (DK)
Sandurin, hósdagin kl. 20.25
G! festivalurin er millum einastu tíðspunkt á árinum, tá tú kanst hoyra eksotiskan tónleik á palli í Føroyum, sum tú annars noyðist at ferðast uttanlands fyri at uppliva. Í ár er eitt av hesum eksotisku nøvnum danski bólkurin AySay, sum telist millum mest spennandi tónlistanøvnini á danskan tónleikapllinum júst nú. Tónleikurin er ein samanrenning av mentanarligum íblástri úr turkiskum, kurdiskum og donskum fólkatónleiki, sum er blandaður við elektroniskan popp. Bólkurin, sum er mannaður við Lunu Ersahin, ið syngur og spælir saz, sum er streingjaljóðføri úr miðeystri, Aske Døssing Bendixen og Carl West Hosbond. Tónleikurin hjá AySay er í tungari rotatión á eitt nú P6 hjá Danmarks Radio, og bólkurin hevur júst spælt eina væl fagnaða konsert á Roskilde festivalinum.
LES EISINI: Eksotiskir tónar á G!
Dan Olsen (FO)
Sandurin, hósdagin kl. 18:00
Seinast Dan Olsen spældi í Føroyum var í 2015. Løgið onkursvegna, tá ið tú hugsar um, at hann nærum hevur verið at hoyrt í útvarpinum dagliga líka síðani tá. Nú kemur Dan Olsen heim aftur at framføra sín lætta, altjóða popp á G!, tá hann fær heiðurin at spæla fyrstu konsertina á Sandinum hósdagin klokkan 18. Heiðursplássið fall í fjør Beini í lut. Hetta kennist eitt sindur sum burturvilsti sonurin, ið kemur heimaftur, og tá Dan Olsen ikki hevur verið at hoyrt í Føroyum í yvir 10 ár, so er spurningurin, nær vit fáa møguleikan aftur?
Tamikrest (ML)
Spæliplássið, hóskvøldið kl. 19.30
Tuaregfólkið er reikfólk úr Saharaoyðimørkini. Hesi hava sín egna tónleikaliga samleika, sín Tuaregtónleik, sum er hypnotiskur, rútmiskur og messandi. Hugtakið oyðimarkarblús er vorðið heimskent seinastu áratíggjuni, og tað hendi, tá ið Tuaregupprunatónleikurin bleiv blandaður við elgittara og blústónleiki. Áður hava Bombino og Songhoy Blues, sum eisini umboða oyðimarkarblús-sjangruna, verið at hoyrt á G!, og í ár verður tað so Tamikrest. Gleð teg at hoyra og síggja ektað oyðimarkarblús, tá ið Tamikrest úr Mali kemur at framføra á G!
Printz Board & The Butter Funk Family (US)
Spæliplássið, hóskvøldið kl. 00.10
Framleiðarin og fjølljóðførisleikarin Printz Board hevur sum claim to fame at hava verið við at lagt lunnar undir heimskenda bólkinum The Black Eyed Peyes, har hann hevur verið við at skrivað fleiri av kendu løgunum hjá teimum, eitt nú "Where Is The Love" og "Don't Phunk With My Heart". Hann hevur eisini arbeitt saman við Justin Timberlake, Michael Jackson, Katy Perry og Dr. Dre. Ikki hissini listi. Tey, sum vóru til konsertirnar hjá Printz Board & The Butter Funk Family í Tøting og OY í apríl í fjør, vita, at júst hendan konsertin verður nakað serligt. Ongantíð áður hevur huglagið verið so gott í OY, sum til framførsluna hjá Printz Board og hansara fólki. Við sær til Føroya hevur Printz Board eisini songkvinnuna Alanu Hil, og hon er eisini nakað heilt serligt. Tað verður ein funkveitsla av teimum heilt stóru.
Aggrasoppar í Fjósinum á G! 2023 (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Fjósið
Allan festivalin
Gerið tykkum sjálvum tann beina, at tit eitt ella annað tíðspunkt á G! festivalinum fara inn í Fjósið og uppliva eina konsert ella eitt annað mentanarlig tiltak einaferð undir G! festivalinum. Fjósið er ein heimur mitt í G!-heiminum, har alt kann henda. Samanblandið av list av ovastu rók og rákanum av neytamykju gevur eitt upplivilsi, ið er altíð nakað serligt. Í fjør var skráin í Fjósinum so krútsterkt, at tað ofta var trupult at sleppa inn, og í ár er einki undantak. Serliga konsertirnar við Kóboykex hósdagin klokkan 21:15, TeleMama fríggjadagin klokkan 20:55, og Maður:Glotti leygarkvøldið klokkan 23:55, ljóða lokkandi út. Men har ber eisini til at fara til sjónleikin "Upphav", hósdagin klokkan 16:00, "Sagnir og ævintýr" við Jákup Veyhe og hettarher fríggjdagin klokkan 15:40, og í kirkju leygardagin klokkan 11.





























