Heldur fast um at útluta fleiri fiskidagar

Heldur fast um at útluta fleiri fiskidagar
Óbrúktir dagar í 2024 rættvísgera eina øking av dagatalinum til bólk 5B nú, heldur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.07.2026 - 18:50

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, stendur við avgerðina um at luta fleiri fiskidagar út til bólk 5.

 

Higartil í ár hevur bólkur 5 samanlagt fiskað stívliga 42 prosent av toskinum, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi. Bólkur 5B hevur fiskað stívliga 16 prosent. Tað er tó ikki ein nøgd, sum órógvar landsstýrismannin.

 

Heldur enn at avmarka bólk ógvusliga í fiskidagatali, eiga onnur átøk at gerast fyri at verja ungfiskin, heldur landsstýrismaðurin.

 

Hann letur ongan iva vera um, at tað er bólk 5B, og ikki allan bólk 5, sum hann ætlar skal hava fleiri fiskidagar. Hann leggur stóran dent á, at fiskiskapurin í bólki 5B í stóran mun snýr seg um at verja føroyska mentan og siðaarv.

 

Bátar í bólki 5B eru útóðrarbátar, sum ikki eru fullriknir. 

 

Hoyr samrøðuna við landsstýrismannin.

 

1822620

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006