Rottuhundur fingið starv í Sunda kommunu

Rottuhundur fingið starv í Sunda kommunu
Ein dansk-svenskur garðshundur skal nú hjálpa Sunda kommunu í stríðnum móti rottum. Hundurin Asterix leitar eftir rottum í bygdunum í Sunda kommunu saman við eigaranum
 
31.07.2026 - 14:55

Asterix og eigarin, Jann T. Eldevig, ganga túrar um kvøldarnar eftir arbeiðstíð í ymsum bygdum í kommununi.

Jann_Eldevig_1

 

Dansk-svenskir garðshundar eru kendir fyri sítt natúrliga hegni at finna og taka rottur, og sambært eigaranum hevur arbeiðið gingið væl higartil.

Jann_Eldevig_2

 

Borgarstjórin í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariassen, sigur, at tað var upplagt at seta Asterix til uppgávuna, tí hundurin og eigarin búgva í kommununi.

Eydstein_Zac_Rottuhundur_1

 

Kommunan er væl nøgd við úrslitið higartil, og borgarstjórin útilokar ikki, at fleiri rottuhundar kunnu fáa líknandi uppgávur í framtíðini.

Eydstein_Zac_Rottuhundur_2

 

Her er Asterix til arbeiðs, og hevur funnið eina rottu:

Asterix_til_arbeidis

 

Her fer hann inn í eina holu eftir rottum, og úrslitið sært tú á niðaru myndini:

asterix_og_rottur_2.jpg

Title text: 
Her er okkurt, sum Asterix hevur fingið frænir av

asterix_og_rottur_1.jpg

Title text: 
Hesa ferð fekk Asterix fatur á fýra rottum
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890