Stríðið steðgað fyribils

Stríðið steðgað fyribils
USA hevur steðgað álopunum á Iran, nú arbeiðið við eini friðaravtalu aftur er farið í gongd
Amerikanski forsetin, Donald Trump, letur aftur upp fyri friðarsamráðingum
Mynd: Daniel Heuer/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.08.2026 - 10:56

Amerikanski forsetin, Donald Trump er í holt við ætlanir at steðga krígnum í Iran.

Amerikanski forsetin boðaði í nátt frá á sosialum miðlum, at fleiri lond í Miðeystri eru vorðin samd um karmarnar um eina avtalu við USA um at enda kríggið við Iran. Hetta skrivar tíðindastovan AP í morgun.

Fráboðanin kemur, eftir at amerikanski forsetin í nátt hevur tosað í telefon við Mohammed bin Salman, krúnprinsin í Saudi Arabia. Krúnprinsurin skal hava ávarað Trump ímóti at herða amerikonsku álopini á Iran.

Trump sigur nú, at USA ikki fer at fremja nýggj álop á Iran, meðan arbeitt verður við friðaravtaluni. Amerikanski forsetin leggur aftrat, at avtalan skal fevna um eina fullkomna upplating av Hormuzsundinum beinanvegin og ein enda á kjarnorkuhóttanini hjá Iran. 

Iran hevur enn ikki alment váttað, um landið tekur undir við nøkrum friðarsamráðingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329

Meira um sama evni