Talgilda tíðindasøgan aftur á netið

Talgilda tíðindasøgan aftur á netið
Landsbókasavnið fer komandi tíðina at taka avgerð um, hvør skal hýsa tilfarinum, sum fyrr var at finna á tíðarrit.fo
Landsbókasavnið
Mynd: Savnsmynd  
 
05.08.2026 - 13:08

Tað eru tveir útlendskir veitarar, sum eru um boðið at hýsa føroyskum talgildum tilfari frameftir. 

Og teir eru ikki ókendir. 

Landsbókasavnið hevur biðið um tilboð frá timarri.is, sum er íslendskur pallur, sum føroyingar hava havt samstarv við áður. 

Og tað sama er galdandi fyri Retriever, sum er hin pallurin í boði. 

Báðir pallarnir eru viðurkendir frammanundan, og tí er tað sambært Anniku Smith, stjóra á Landsbókasavninum, ikki tað stóra, sum skal til fyri at fáa tað at rigga. 

- Tað er í roynd og veru bert at hýsa tilfarinum og gera føroyskan tekst. Skuldi mann ment eina nýggja føroyska skipan, so hevði tað helst verið nakað heilt annað.

Síðani veitarin av tidarrit.fo gavst, hevur tað ikki verið gjørligt á talgildan hátt at finna gamalt tlifar hjá Landsbólkasavninum. 

Annika Smith vónar, at tilfarið aftur verður tøkt áðrenn árslok.

 

Hoyr innslagið við Anniku Smith niðanfyri:

1825669

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040