Anna Røskva: "Eg eri suðuroyingur, so okkurt banniorð er helst sloppið út"

Anna Røskva: "Eg eri suðuroyingur, so okkurt banniorð er helst sloppið út"
34 ára gamla Anna Røskva Strøm Randidóttir Rødgaard er fyrsti føroyingur í Den store bagedyst hjá DR. "Eg vildi so ynskt, at mamma kundi upplivað hetta saman við mær."
Mynd: Carsten Mol / DR.dk  
 
14.08.2026 - 21:00

Hví valdi tú, at melda teg til Den store bagedyst?

»Eg meldaði meg til, tí eg hevði eina dreym um at umboða Føroyar. Tað hevði eisini stóran persónligan týdning fyri meg, tí eg hevði givið mammu míni eitt lyfti, at eg einferð skuldi melda meg til Den store bagedyst. Tá eg sá møguleikan, kendi eg, at eg noyddist at royna. Eg hevði ongantíð væntað at enda í topp 10.«

 

Eitt er at baka heima hjá sær sjálvum, men hvussu var at skula baka og standa frammanfyri snurrandi sjónvarpstólunum? 

»Tað var nógv meira intenst, enn eg hevði ímyndað mær. Tað er jú nakað heilt annað enn at baka heima í sínum egna køki. Fyrstu løtuna var eg ordiliga nervøs, tí myndatól vóru allastaðni, og mann visti, at alt varð filmað. Men eftir eina løtu gloymdi eg næstan myndatólini og fokuseraði bara upp á baksturin.«

Eg havi onga hóming av, hvussu sendingin er klipt, so eg vóni bara, at fólk fara at bera yvir við mær. Og ja... eg eri jú suðuroyingur, so okkurt banniorð sleppur helst eisini út, tá stressið tekur yvir. 

Anna Røskva Strøm Randidóttir Rødgaard

 


Mynd: Carsten Mol / DR.dk

 

»Eg fann eisini skjótt út av, at eg eri rættiliga dugnalig at multitaska. Tað havi eg nokk lært sum operationssjúkrarøktarfrøðingur og komandi ljósmóðir. Kortini var tað eitt eyka trýst at vita, at alt, tú segði og gjørdi, kundi enda í sendingini. Eg eri faktiskt enn eitt sindur nervøs fyri, hvussu tað fer at síggja út. Eg havi onga hóming av, hvussu sendingin er klipt, so eg vóni bara, at fólk fara at bera yvir við mær. Og ja. Eg eri jú suðuroyingur, so okkurt banniorð sleppur helst eisini út, tá stressið tekur yvir.«🤣

 

Hvussu ber til, at valið fall á teg at vera ein av 10 luttakarum í Den store bagedyst?

»Eitt av tí, sum vit tosaðu nógv um í sambandi við castingina, var, at tey ongantíð høvdu havt ein føroying við í Bakidystini. Eg segði við teimum, at eg hevði fylgt sendingini, síðani hon byrjaði, og hevði sæð luttakarar úr Grønlandi, Íslandi og India, men Føroyar manglaðu. Tá segði Tina, at tey faktisk høvdu havt føroyingar til casting áður, men at eingin hevði komið víðari. So segði eg bara: "So taki eg ein fyri liðið!" 🤣 Og so spurdi hon við einum smíli: "Men tú ert ikki ein typiskur føroyingur, ha?" Og eg svaraði: "Nei, tað er tí, at eg eri suðuroyingur!"« 🤣


Mynd: Carsten Mol / DR.dk

 

Eg veit, at mamma hevði verið so ótrúliga errin av mær. Tað er kanska tað, eg hugsi mest um í dag. Eg vildi so ynskt, at hon kundi upplivað hetta saman við mær, men eg eri vís í, at hon hevði sitið framman fyri sjónvarpinum við einum stórum smíli og heppað upp á meg

Anna Røskva Strøm Randidóttir Rødgaard

 

Nú fór mamma tín foldum frá fyri nøkrum árum síðani. Hvønn týdning hevur tað, at halda tað lyfti, ið tú gav henni fyri 10 árum síðani um, at tú einaferð skuldi melda teg til Den store bagedyst?

»Eg veit, at mamma hevði verið so ótrúliga errin av mær. Tað er kanska tað, eg hugsi mest um í dag. Eg vildi so ynskt, at hon kundi upplivað hetta saman við mær, men eg eri vís í, at hon hevði sitið framman fyri sjónvarpinum við einum stórum smíli og heppað upp á meg.«

 

Føroyingar og kakur hanga saman. Hevur tú bakað nógv?

»Ja, eg havi bakað nógv, síðani eg var lítil. Í Føroyum hevur bakstur altíð verið ein natúrligur partur av gerandisdegnum og teimum góðu løtunum saman við familju og vinum. Mær dámar serliga væl at baka til onnur, tí bakstur snýr seg ikki bara um køkur – hann snýr seg eisini um at skapa hugna og gleði.«


Mynd: Carsten Mol / DR.dk

 

Hvussu var at luttaka? Støðið er sera høgt.

»Tað var ein heilt serlig uppliving, og eisini nógv meira krevjandi, enn eg hevði ímyndað mær. Støðið er sera høgt, og tað eru nógv dugnalig fólk við. Eg var sjálvandi nervøs, men eg royndi at njóta hvørja løtu. Tað, sum eg kanska eri mest takksom fyri, eru tey menniskju, eg møtti. Vit vóru eitt fantastiskt lið, og eg havi fingið vinir fyri lívið.«

 

15. seasong av Den store bagedyst fer av bakkastokki 5. september og kann síggjast á DR1 og á DRTV. 

Du kanst longu síggja fyrsta partin klokkan 05 leygarmorgun á DRTV og so klokkan 19 leygarkvøld á DR1

Tú kanst síggja undanfarnar seasongir av 'Den store bagedyst' á DRTV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659