Útlendsk ferðafólk virða ikki skelti og ávaringar

Útlendsk ferðafólk virða ikki skelti og ávaringar
Jógvan Hovshólm, sum hevur arbeitt í ferðavinnuni í 25 ár, sigur, at hesi ferðafólkini kunnu koma sær í óføri
Ikki øll ferðafólk virða mannagongdir í ferðavinnuni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.08.2026 - 14:40

Ferðafólkatalið í Føroyum er vaksið nógv seinastu árini, og flestu vitjanir ganga væl.

Men tað eru summi ferðafólk, sum ikki fylgja boðum og mannagongdum, ið eru galdandi í ferðavinnuni. Tey virða ikki skelti og ávaringar og kunnu koma sær í óføri, um illa vil til.

Tað sigur Jógvan Hovshólm, stovnari og stjóri av Faroway Adventures, sum hevur arbeitt í ferðavinnuni í 25 ár:

 

18082026_Ferdafolk_1

 


Jógvan Hovshólm. (Mynd av Facebook-vanga)

 

Visit Faroe Islands hevur í seinastuni arbeitt við verkætlanini „Please Visit Responsibly“, sum skal eggja ferðafólki at vísa hógv og ferðast ábyrgdarfult, tá ið tey eru í Føroyum. Verkætlanin hevur gjørt mun, sigur Jógvan Hovshólm, men boðskapurin røkkur ikki út til øll ferðafólk:

 

18082026_Ferdafolk_2

 

Í Mykinesi hava tey í fleiri ár havt ferðaleiðarar á staðnum, sum hava heimild at vegleiða og steðga ferðafólki, so tey ikki ganga har, tey ikki eiga. Sambært Jógvani Hovshólm kundi hetta verið ein loysn, sum eisini kundi verið roynd á øðrum ferðamálum: 

 

18082026_Ferdafolk_3

 

Vit hava eisini tosað við Guðrið Højgaard, stjóra í Visit Faroe Islands, men hon hevði ikki hug at gera viðmerking.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674