Hósvíkar skúli og Hvalvíkar skúli skulu varðveitast

Hósvíkar skúli og Hvalvíkar skúli skulu varðveitast
Hóast Undirvísingarstýrið mælir til at leggja smáu fólkaskúlarnar saman við teimum størru, eru ongar ætlanir um at gera tað í Sunda kommunu
Fólk í Sunda kommunu eru nøgd við verandi skúlabýgnað við Hósvíkar skúla, Hvalvíkar skúla og Skúlanum við Streymin.
Mynd: Savnsmynd  
 
21.08.2026 - 17:50

- Barnaskúlarnir í Hósvík og Hvalvík, sum hava fyrsta til triðja flokk,  skulu varðveitast.

Tað sigur Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sum ongar ætlanir hevur um at leggja teir báðar skúlarnar niður, og leggja skúlarnar saman við Skúlanum við Streymin.

Skúlarnir skulu halda fram sum sjálvstøðugir skúlar við egnari leiðslu, sigur borgarstjórin.

 


Eyðstein Zachariasen er borgarstjóri í Sunda kommunu.

 

Undirvísingarstýrið mælir til at leggja skúlar saman

Stjórin í Undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen, mælir til at leggja smæstu fólkaskúlarnar saman.

Í tíðargrein í Sosialinum í dag mælir stjórin til at avmarka tali av skúlum til í mesta lagi tjúgu skúlar við í minsta lagi hundrað næmingum. Skúlar fáa betri førleikar við at savna næmingar í størri skúlum, sigur hann.


Hjalmar Hansen er stjóri í Undirvísingarstýrinum.


Men sambært Eyðsteini Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu, eru fólk í kommununi nøgd við verandi skúlabýgnað við Hósvíkar skúla, Hvalvíkar skúla og Skúlanum við Streymin.

Tað hevur áður verið talan um at leggja skúlarnar í Hósvík og Hvalvík niður og savna skúlagongdina í Skúlanum við Streymin, men eftir at fólk í kommununi tóku støðu í 2016, var niðurstøðan, at skúlarnir báðir skuldu varðveitast.

Skúlin í Hvalvík er nú í ringum standi og skal umvælast í næstum. Avgerðin um at varðveita skúlan stendur við, sigur Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri.

 

Hoyr meira í innslagi í útvarpstíðindunum:

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985