Einfaldari at krevja skatt

Einfaldari at krevja skatt
Allar mannagongdir hjá TAKS verða endurskoðaðar
Lættast skal um hjá TAKS.
 
25.08.2026 - 06:13

Innkrevjingin hjá TAKS skal gerast einfaldari.

Tí vera allar mannagongdir hjá TAKS endurskoðaðar.

Lógaruppskot er gjørt um tað og sent til hoyringar.

TAKS umsitur í dag 51 lógir. 

Tann elsta er frá 1894.

Í sambandi við kt-verkætlanina Kjarnin vera allar mannagongdir hjá TAKS endurskoðaðar fyri at gera raksturin meira skynsaman, sigur Fíggjarmálaráðið.

Serliga eru nógvar ymiskar reglur um rentur. 

Við uppskotinum, sum nú er til hoyringar, vera reglurnar um at innkrevja, innheinta og rokna rentu av krøvum hjá landinum meira einfaldar og eins, sigur Fíggjarmálaráðið. 

 

Gamlar lógir 

Nógvar gamlar lógir skulu strikast, og allar reglur í teimum vera savnaðar í einari lóg.

Endamálið er eisini at gera rakstur og menning av nýggju kt-skipanini skynsamari og samstundis virka fyri, at fleiri mál vera avgreidd sjálvvirkandi.  

Og sorinskrivarin skal ikki longur geva loyvi til, at skattur verður pantaður.

Landskassin kann fáa fleiri pengar enn nú, tí skotið upp at rokna renturentu, altso rentu av rentu, av øllum krøvum.

Nú verður renturenta ikki roknað av írestandi skatti. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025