KAF veit einki um lógarfesta neyðtilbúgving fyri starvsfólk á eldraøkinum

KAF veit einki um lógarfesta neyðtilbúgving fyri starvsfólk á eldraøkinum
Formaðurin í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum heldur tað ikki vera neyðugt at lóggeva á økinum, tí partarnir eiga sjálvir at finna út loysa málið
Per Martin Gregersen er formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.08.2026 - 13:21

Formaðurin í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum kennir einki til nakra ætlan um lógarfesta neyðtilbúgving fyri starvsfólk á eldraøkinum. 

- Tað eigur heldur ikki at vera neyðugt at lóggeva slíka tilbúgving. Tað mugu partarnir sjálvir finna útav, sigur Per Martin Gregersen.

Í gjár søgdu frá forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum, Mary Antonsdóttir, og forkvinnan í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong, í almennum skrivi, at boð eru komin úr Fíggjarmálaráðnum, at tey eru farin at gera eina yvirskipaða orðing um neyðtilbúgving í sambandi við møguligan arbeiðssteðg.

 


Óluva í Gong og Mary Antonsdóttir.

 

Forkvinnurnar siga, at tær ongantíð fara at finna seg í eini lógarfestari neyðtilbúgving.

Fyri summarfritíðina slitnaðu samráðingarnar millum Heilsuhjáparafelagið og KAF. Og nú eru 11 mánaðir, síðani sáttmálin fór úr gildi.

Sambært Per Martini Gregersen, var tað - sum ikki einaferð - lønarspurningurin, sum skilti partarnar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26082026_KAF_og_Per_Martin

 

Sí eisini: Eingin avtala verður við Fíggjarmálaráðið um neyðtilbúgving

 

Enn er ikki avtalað, nær sáttmálasamráðingarnar millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið verða tiknar uppaftur.
 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302