Eingin avtala verður við Fíggjarmálaráðið um neyðtilbúgving

Eingin avtala verður við Fíggjarmálaráðið um neyðtilbúgving
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Heilsuhjálparafelag Føroya gera ONGA avtalu við Fíggjarmálaráðið um neyðtilbúgving í sambandi við møguligan arbeiðssteðg
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Mary Antonsdóttir, forkvinna Heilsuhjálparafelag Føroya
 
25.08.2026 - 18:31

- Hetta ljóðar ábyrgdarfult. Men handan orðini liggur eitt tað størsta álopið á fólkaræðið, ið vit nakrantíð hava verið vitni til.

Undir yvirskriftini, Álop á verkfalsrættin er álop á fólkaræðið, hava Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya og Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, í dag sent miðlunum skriv.

Tær siga, at boð eru komin úr Fíggjarmálaráðnum, at tey eru farin at gera eina yvirskipaða orðing um neyðtilbúgving í sambandi við møguligan arbeiðssteðg

Hesum fara vit ongantíð at taka undir við, sigur Mary Antonsdóttir.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1828719

 

Landsstýrismaðurin hevur ongar ætlanir um at skipa neyðtilbúgving við lóg

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Aksel V Johannsen, sigur seg ongar ætlanir hava um at skipa hetta við lóg.

Hann kennir seg ikki aftur í atfinningunum frá feløgunum, sum fara at frætta úr Fíggjarmálaráðnum.

Hoyr beinleiðis samrøðu í úvarpstíðindunum

1828734

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775