Airbus flogførini vóru størsta framstigið

Airbus flogførini vóru størsta framstigið
- Tað stendur ikki í nakrari lærubók at vit skulu vera til, tí vit eru so smá, sigur Marius Davidsen, fráfarni fíggjarstjóri hjá Atlantic Airways, sum var við frá byrjan
Marius Davidsen, fráfarin fíggjarstjóri í Atlantic Airways. -Tað verður spennandi at finna eitt nýtt lív, tí næstan alt hevur verið arbeiði
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
27.08.2026 - 11:26

Marius Davidsen hevur havt sín seinasta arbeiðsdag í Atlantic Airways, tí hann júst er givin fyri aldur. Hann hevur verið í felagnum frá byrjan av í 1988 og flestu árini hevur hann verið fíggjarstjóri.

- Tað verður spennandi at finna eitt nýtt lív, tí alt hevur verið arbeiði hesi árini, sigur Marius, sum nú hevur havt nakrar dagar sum pensionistur. Ein av døgunum hevur hann verið á floti.

Marius greiðir frá at føroyska flogfelagið fekk eina tunga byrjan, tí tað rendi seg í stóru kreppuna fyrrapartin í 90-unum. Men miðskeiðis í 90-unum glapp. Tá fór at ganga betur aftur í Føroyum og fleiri fóru at flúgva.

- Tað er ófatiligt at vit hava eitt so gott flogfelag og so gott flogsamband við útheimin. Tað stendur ikki í nakrari lærubók at vit, sum bara eru gott 50.000 fólk, skulu hava eitt væl virkandi flogfelag, tí hyggja vit uttan um okkum, eru tey flestu flogfeløgini í grannalondunum farin av knóranum. Flúgving er ein torfør vinna.

Helvtin av ferðafólkinum hjá Atlantic Airways eru útlendingar og 40 prosent av virkseminum er leiguflúgving.

Spurdur hvat størsta framstigið hjá Atlantic Airways hevur verið hesi árini, ivast Marius Davidsen ikki eina løtu.

- Airbus flogførini hava verið størsta framstigið. Tá kundi felagið flúgva meira burðardygt. Harafturat kom RMP-skipanin, sum er ein GPS-navigatión, og við henni kunnu flogførini lenda í verri sýni enn frammanundan og tað hevur gjørt flúgviingina í Vágum regluligari.

Hoyr samrøðuna við Marius Davidsen, fyrrverandi fíggjarstjóra hjá Atlantic Airways, her.

1828988

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025