- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útlendingur vístur úr Føroyum í fýra ár
Útlendingur vístur úr Føroyum í fýra ár
Maðurin er dømdur 60 daga fongsulsrevsing fyri stuldur, 20 dagar eru treytaleysir

Útlendingurin játtaði seg sekan í ákæruni.
02.09.2026 - 11:11
Ein útlendingur fekk í Føroya rætti í gjár 60 daga fongsulsrevsing fyri at stjala í fimm handlum í Havn og Runavík.
20 dagar eru treytaleysir.
Maðurin hevur longu verið helvtina av teimum í varðhaldi.
Hann er haraftrat vístur úr Føroyum í fýra ár.
Hann stjól fyri 60.000 krónur.
Tað mesta er klæði, men eisini er nakað av elektronikki.
Maðurin játtaði seg sekan.
Hann kom til Føroya at arbeiða, og hevur verið her síðani í juli.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























