
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Ingi Jonhardsson og Aron Jarnskor Ellingsgaard skutu málini, men Víkingur gjørdi tað í felag.
Teir ljósabláu endurvunnu heitið sum besta steypaliðið í landinum við sannførandi avrikið og 2-0 sigri á KÍ, sum mátti taka til takkar á Tórsvølli.
Málini komu í seinna hálvleiki, men í roynd og veru var Víkingur betra liðið størsta partin av dystinum, og spælararnir, - fleiri eru blaðungir - kundu fegnast saman við og lata seg fagna av stóru ljósabláu fjøldini.
KÍ sprellaði nakað fyrst í báðum hálvleikunum, men fekk lítið burturúr og fánaði, og spurningurin er, um Magnus Powell fær lyft liðið til dyst um meistaraheitið næstu mánaðirnar.
FM-heitið fær Víkingur ikki, men uttan selda Aron Benjaminsen meir enn bjargaðu teir sær kappingaárið við sjeynda steypagullinum síðan stovnanina í 2008.
Fylgdu leikritinum - eina løtu
Leikferðin var høg frá fyrsta bríkslið, men so líðandi fekk KÍ tamarhald á spælinum og dysturin líktist honum, sum væntað var.
KÍ hevði bóltin nógv - Víkingur vardi og dúvaði upp á skjótu mótálopini.
Vinstra beini hjá Árna Frederiksberg var vandamikið, var tað innlegg ella skot, og Gilli Rólantsson Sørensen stóð fyri, tá bæði Jósef Gleðisheygg og Sølvi Vatnhamar sendu væl innfyri í hinum endanum.
Eftir fyrsta korterið kom Víkingur fyri seg, og tað hevði tveir góðar kjansir við sær. Fyrst var Rani Hansen, sum hevði fingið kjansin frá byrjan, spældur afturum KÍ-verjuna, men Odmar Færø fekk rudda burtur. Síðan endaði eitt innlegg úr vinstu hjá Sølva Vatnhamar við handaru stong, men Mark Fabricius Jensen bjargaði. Tað sama gjørdi KÍ-málverjin, tá Aron Jarnskor Ellingsgaard royndi seg við góðum langskotið.
Ivasom rangstøða bjargaði KÍ
Yvirhøvur var seinni partur av fyrra hálvleiki javnur, men tá 35 minuttir vóru spældi, átti Víkingur at lagt seg á odda. KÍ misti bóltin á egnum brotsteigarmarki, men skotið frá Rana Hansen var ov veikt, og í staðin fyri at skjóta, legði Jørgen Nielsen leysa bóltin innfyri aftanfyri Sølva Vatnhamar.
Fimm minuttir seinni lá bólturin í KÍ-málinum. Jákup Johansen setti ein bólt úr vinstru í netið úr stuttari frástøðu, men vongurin var dømdur at vera rangstaddur, tá eitt víkingahøvd skallaði innleggið víðari. Vónbrotið millum tey ljósabláu á eystaru langsíðu var týðiligt, meðan dømurin sá sera ivasamur út.
Víkingur høgdi
Orðini hjá Magnus Powell í skiftingarrúminum hjá KÍ munnu hava verið skilagóð, tí klaksvíkingar komu styrktir út aftur eftir steðgin.
Árni Frederiksberg var eisini nær við at skora, tá hann skallaði innlegg úr høgru síðu, men Bárður á Reynatrøð stórbjargaði í vinstra málhorni.
Júst sum í fyrra hálvleiki spældu teir ljósabláu seg inn í dystin, og tá 65 minuttir vóru spældir var Sølvi Vatnhamar nær við at leggja Víking á odda. Mark Fabricius Jensen bjargaði út til horna, men málverjin fekk einki gjørt beint eftir. Hornasparkið var stutt, og síðan sendi Aron Jarnskor Ellingsgaard flatt innfyri, har Ingi Joanhardsson hevði runnið seg leysan. Vinstri bakkurin var avgjørdur, sendi bóltin høgt inn við nærru stong til 1-0, og rómurin var øgiligur millum eysturbúgvarnar.
Var rómurin góður, gjørdist hann uppaftur nógv betur átta minuttir fyri leiklok eftir enn eina hornastøðu vinstrumegin. Hesa ferð var høga innleggið skallað á tvørtræið, men tá bólturin kom útfrá sendi Aron Jarnskor Ellingsgaard hann í netið við knallhørðum skotið lágt í hornið.
KÍ royndi at trýsta síðstu løtuna, men Bárður á Reynatrøð tók sær av øllum, og tá hann ikki rakk fekk hann hjálpt frá árvaknu verjuspælarunum.
So ljóðaði floytan, og boðini um ikki at fara inn á vøllin, vóru skúgvað til viks. Tey ágrýtnastu viðhaldasfólkini vildu inn at takka spælarunum fyri dystin og fingu ivaleyst tøkkina aftur.
Bárður á Reynatrøð varð valdur til dagsins spælara. Serliga bjargingin, tá Árni Frederiksberg skallaði tíðliga í seinna hálvleiki, var góð og avgerðandi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Víkingur fegnast um enn eitt steypagull. Hetta var sjeynda ferðin, at eysturliðið vann kappingina um Løgmanssteypið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)