25 vilja vera stjóri í Fjarhitafelagnum

25 vilja vera stjóri í Fjarhitafelagnum
Bæði kvinnur og menn hava søkt
Sev og Tórshavnar kommuna eiga Fjarhitafelagið, sum var stovnað í 1988.
 
07.09.2026 - 09:09

25 umsóknir eru til starvið sum stjóri í Fjarhitafelagnum.

Bæði kvinnur og menn hava søkt, 23 menn og tvær kvinnur.

Stjórin skal byrja 1. januar næsta ár.

Hans Christian Dam, sum var stjóri í 22 ár, fór fyrr í ár frá fyri aldur.

Nevndin í felagnum setti tá Eirik Mørkøre, fíggjarleiðara, sum fyribilsstjóra tað, sum eftir er av hesum árinum.

Sev og Tórshavnar kommuna eiga Fjarhitafelagið, sum var stovnað í 1988.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891