Einki sendifólk í Bretlandi

Einki sendifólk í Bretlandi
Kate Sanderson er komin aftur til Føroya, og í løtuni er ógreitt, hvussu verður við sendistovuni í London
Kate Sanderson hevur verið sendifólk í Bretlandi seinastu árini.
 
07.09.2026 - 18:00

Uttanríkis- og fiskimálaráðið váttar, at Kate Sanderson er aftur í Føroyum, eftir at hava verið sendifólk á Sendistovu Føroya í London seinastu árini.

Tíðarskeið hennara sum sendikvinna í London er av, men tað er ikki vist enn, um annað sendifólk verður sett í staðin.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, váttar, at eingin er settur fyribils, og sigur soleiðis í skrivligum boðum til Kringvarpið:

"Tað er ongin avloysari settur, og kemur Kate fyribils at røkja starvið úr Føroyum".

Sostatt er ógreitt, hvussu verður við sendistovuni í London.

Tað bar ikki til hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni, at gera samrøðu við Kringvarpið um málið í dag. 

 

Bárður Á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum

 

Í apríl í ár segði landsstýrismaðurin soleiðis við Norðlýsið um føroysku sendistovurnar uttanlands:

 

Bardur_a_Steig_um_sendistovur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120