- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES vil hava størri samstarv við Grønland
ES vil hava størri samstarv við Grønland
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, hevði hálva aðru milliard krónur við sær til íløgur, tá hon kom til Grønlands

Ursula von der Leyen, ES-forkvinna, Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, skrivaðu undir felags yvirlýsingina í ár
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix
08.09.2026 - 16:00
ES vil samstarva meira við Grønland á nógvum økjum, m.a. innan orku, talgilding og ráevni.
Og ES fer at gera íløgur fyri tilsamans 1,5 mia. kr. í Grønlandi í ár og næsta ár.
Tað er nakað av tí, sum er komið burtur úr vitjanini hjá Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES-nevndini, í Grønlandi.
Í gjár skrivaðu ES, Danmark og Grønland undir felags yvirlýsing um samstarv í Nuuk.
Tá ið ræður um samstarv um týdningarmikil ráevni, sum eru sokallað jørðmetal, hevur Kina nærum alla framleiðslu av hesum ráevnum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
08092026_ES_og_Gronland
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























