Reingerðarfólk til Kringvarp Føroya

Um KVFTíðindi
Reingerðarfólk til Kringvarp Føroya
Vit søkja eftir einum reingerðarfólki til eitt tíðaravmarkað farloyvisstarv. Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna
 
08-09-2026

Uppgávurnar eru at halda bygningin reinan og ruddiligan innandura. Hølini eru ymisk og fevna m.a. um útvarps- og sjónvarpsstovur, upptøku- og redaktiónshøli, skrivstovur og gongir. Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við húsavørðin, og arbeiðstíðin er partvís uttan fyri vanliga arbeiðstíð. 


Vit vænta, at tú

•    hevur royndir við reingerðararbeiði
•    vísir nærlagni í tínum arbeiði
•    hevur áræði og arbeiðir sjálvstøðugt
•    hevur góð samstarvsevni og ert fyrikomandi


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett skjótast til ber og er tíðaravmarkað til 31. juli 2027. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. 


Umsókn og freist

Send umsókn og viðkomandi skjøl í teldubrævi til: umsokn@kvf.fo. Freistin er mikudagin 23. september 2026.   


Fleiri upplýsingar

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Thomas Kjelnæs, húsavørð, tlf. 296605 ella teldupost: thomas@kvf.fo 
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949

Um kvf css