Géza fekk dreymamál í sigri á oddaliðnum

Géza fekk dreymamál í sigri á oddaliðnum
Géza Dávid Turi økti til 2-0 ímóti Bristol Rovers við sínum fyrsta máli fyri Grimsby bert dagar eftir, at hann var kosin besti spælarin í felagnum í august
Géza Dávid Turi skoraði sítt fyrsta mál fyri Grimsby Town í dag við dundurskoti úr 25 metrum
Mynd: Grimsby Town  
 
12.09.2026 - 19:05

Tað eru fáir dagar síðan, at Géza Dávid Turi var kosin besti spælarin hjá Grimsby Town í august.

Í dag varð lagið hjá landsliðsmiðvallaranum upp aftur betri, tí hann skoraði sítt fyrsta mál fyri League Two-felagið; eitt dundurskot upp í málhornið úr 25 metrum.

LES EISINI: Géza Dávid Turi bestur í Grimsby

Málið kom fimm minuttir fyri steðgin, og so var 2-0 til Grimsby Town ímóti oddaliðnum Bristol Rovers.

 - Tá eg fekk bóltin, hoyrdi eg viðhaldsfólkini rópa á meg at skjóta, so eg royndi meg bara. Tá eg so bóltin fara upp í málhornið, var eg so glaður. Eg havi bíða eftir hesum í langa tíð, segði Géza Dávid Turi við miðlarnar hjá felagnum.



Géza Dávid Turi viðgekk, at hann kanska átti at havt skotið eitt mál afturat, men var væl nøgdur við heimasigurin, eftir fýra javnleikir í landskappingini á rað.

Grimsby Town kom upp á 6. pláss við sigrinum og er bert tvey stig aftanfyri oddaliðini Barnet og Bristol Rovers. 

 - Eftir allar javnleikirnar, sum vit hava spælt, mátti vit vísa, at vit hoyra heima í toppinum, og avrikið var so gott, sum tað kundi vera, segði føroyski landsliðsmiðvallarin eftir dystin.

Mánadagin verður føroyska manslandsliðið kunngjørt, og tá verður fyrrverandi víkingamaðurin ivaleyst á listanum hjá Eyðuni Klakstein.

Her er eisini ein samrøða við Géza Dávid Turi eftir fyrsta málið:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891