Géza Dávid Turi bestur í Grimsby

Géza Dávid Turi bestur í Grimsby
Tað gongur væl hjá føroyska landsliðsspælaranum í Grimsby Town, Géza Dávid Turi. Hann er valdur til besta spælara í august
Géza Dávid Turi er valdur til besta spælara í august hjá Grimsby
Mynd: Grimsby Town  
 
11.09.2026 - 13:31

24 ára gamli Géza Dávid Turi er valdur til besta spælara í Grimsby Town í august. Tað er ein staðfesting av, at føroyski landsliðsspælarin hevur funnið seg til rættis í enskum fótbólti. 

 

Grimsby Town FC spælir í League Two, sum er fjórðbesta deildini í Onglandi. Eftir fimm umfør er Grimsby enn ósigrað, men tað er bara blivið til ein sigur. Hinir fýra dystirnir eru endaðir við javnleiki. Tríggjar ferðir hevur úrslitið verið 2-2.

 

Størstu rósirnar fær Géza Dávid Turi fyri avrikið móti Fleetwood Town. Í dystinum má gøtumaðurin átaka sær ein lut í øðrum av málunum hjá Fleetwood, men hann eigur eisini eitt framúr upplegg til mál.

 

 

 

 

Eftir dystin fekk hann rós bæði frá almennu heimasíðuni hjá Grimsby Town og á fjepparasíðuni Cod Almighty. Hann bleiv valdur til dagsins spælara og hevur nú eisini fingið heitið sum besti spælari í august mánaði.

 

Grimsby spælir í morgin móti Bristol Rovers í League Two.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860