- Hatta er ikki normalt

- Hatta er ikki normalt
Tey orðini eru hørð, men eisini ein lætti at hoyra hjá kvinnum, sum hava endometriosu, tí tað merkir, at tað ikki eru teimum, galið er við. Tað eru ikki tær, sum eru erkvisnar
Í eykapartinum av „Tí tú ert kvinna“ greiða Ann Chanett Danielsen og Sólfríð Maria í Rók nærri frá sínum persónligu upplivingum við endometriosu og lívinum við sjúkuni.
 
15.09.2026 - 10:00

Tí tá ein kvinna fær at vita, at „hatta er ikki normalt“, merkir tað samstundis, at tað ikki er hon, sum er trupulleikin. Hon er ikki erkvisin, og hon skal ikki bara læra seg at liva við pínuni.

Tú ert ikki einsamøll, og tað er ikki normalt, at tú hevur so ilt, at panodil ikki riggar. 

- Ann Chanett Danielsen


Hetta er boðskapurin, sum Ann Chanett Danielsen og Sólfríð Maria í Rók høvdu við sær inn í útvarpsstovuna, tá tær greiddu frá lívinum við endometriosu í sendingini Tí tú ert kvinna.

Endometriosa er ein kvinnusjúka, sum millum annað hevur ógvusliga menstruatión og nógva pínu við sær, og samstundis ein kvinnusjúka, sum lítið og einki hevur verið tosað um.

Hetta er orsøkin til, at tær báðar nú tosa opið um sínar upplivingar við sjúkuni.

Bæði Ann Chanett og Sólfríð Maria vóru vaksnar, áðrenn tær funnu útav, hvat tað var, teimum bagdi, og tað vísti seg hjá teimum báðum, at linni var at finna.

Umframt tær báðar greiðir Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum, frá sjúkuni, og vit hoyra um eina granskingarætlan, sum er í gongd um møtið, føroyskar kvinnur við endometriosu hava við heilsuverkið.

Søgurnar hjá Ann Chanett og Sólfríð Mariu rúma meira, enn pláss er fyri í einari sending. Tí verður eisini gjørd ein eykasending av Tí tú ert kvinna, har vit hoyra eina longri samrøðu við kvinnurnar báðar.

Tí tú ert kvinna er í útvarpinum mikudagar klokkan 16.05 og á KVF Ljóð, tá tað passar tær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576