Býráðið skal tosa um súkklubreyt

Býráðið skal tosa um súkklubreyt
Súkklubreytin við Havnina stendur í skránni fyri býráðsfundin í dag
Rossagøtur og súkklubreyt eiga ikki at vera í sama haga, siga tey, sum ríða.
 
17.09.2026 - 06:47

Súkklubreytin við Havnina stendur í skránni fyri býráðsfundin í dag.

Einki uppskot er tó at taka støðu til.

Tróndur Sigurðsson hevur biðið um at fáa málið fyri býráðið aftur til umrøðu og støðutakan.

27. august segði Elsa Berg, borgarstjóri, í lesarabrævi, at mentamálanevndin hjá býráðnum fór mikudagin 8. september at skjóta upp, at Tórshavnar kommuna saman við fjallasúkklarum og sersambandinum fyri súkkling og triathlon fer at endurskoða ætlanina um fjallasúkklubreyt við Vesturvarða og kanna, hvørjir aðrir møguleikar eru.

Elsa Berg sigur, at meiriluti er ikki longur í býráðnum fyri súkklubreytini við Vesturvarða.

Men málið var ikki viðgjørt á fundinum hjá mentamálanevndini. Tað var útsett.

Tað stendur so í skránni fyri býráðsfundin í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891