- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingur dømdur í Danmark fyri neyðtøku

Ein 30 ára gamal føroyingur er dømdur trý ára og tríggjar mánaða fongsulsrevsing fyri grova neyðtøku.
Hann fekk dómin í rættinum í Hjørring í gjár. Rætturin dømdi sum ákæruvaldið kravdi.
Neyðtøkan var, sambært dóminum, í Frederikshavn í mars 2024.
Maðurin er dømdur fyri at bakbinda kvinnuna og doyva hana við terpentini.
Hann skal rinda kvinnuni 50.000 kr. í skaðabót.
Hann fór í varðhald eftir dómin.
Maðurin noktar seg sekan.
Sjálvboðið
Tað var sjálvboðið kynssamband, segði hann.
Hann hevur ikki enn avgjørt, um hann fer í landsrættin við dóminum.
Maðurin var leingi eftirlýstur fyrr í summar.
Tað visti hann ikki, segði hann í rættinum.
Hann var til sjós, og hann fylgdi ikki við í tíðindunum.
























