- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitlíkisstrategi fyri undirvísing
Vitlíkisstrategi fyri undirvísing
Strategiin er býtt upp í fýra átøk: Undirvísing og læring, Eftirmeting og próvtøkur, Førleikamenning og Gransking og miðling

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, var eisini við, tá vitlíkisstrategiin varð løgd fram.
18.09.2026 - 09:40
Ein nýggj vitlíkisstrategi skal syrgja fyri, at føroyski undirvísingargeirin kann nýta vitlíki á skilagóðan hátt.
Í gjár varð ein nýggj vitlíkisstrategi løgd fram, sum skal gera vitlíki til ein gagnligan og innbygdan part av undirvísingini á føroyskum lærustovnum.
Eyðun Gaard, stjóri í Námi, er formaður í stýrisbólkinum, sum hevur gjørt vitlíkisstrategiina.
Nýggja vitlíkisstrategiin er býtt upp í fýra strategisk átøk, sum eru: Undirvísing og læring, Eftirmeting og próvtøkur, Førleikamenning og Gransking og miðling.
Undir hesum fýra átøkunum eru so ymiskar verkætlanir, sum skulu røkka lutvísu málunum, sum eru sett fyri ávikavist 2027, 2029 og 2032.
Eitt av mest átrokandi átøkunum er Eftirmeting og próvtøkur.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
18092026_Vitliki
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Skráin á Tjóðpallinum 2026/27, fyrsta konsertin við Leu Eyðbjørg í Føroyum
213426
Nýggjastu sendingar í SV
























