- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin kropsligur harðskapur í røktarheimum

Kropsligur harðskapur kemur nærum ikki fyri í røktarheimunum, sum vóru kannað.
Men onkuntíð kann orðalagið gerast í so hóttandi.
Løgtingsins umboðsmaður mælir til, at starvsfólkini eisini læra, hvussu tey eiga at handfara munnligan harðskap og steðga honum.
Løgtingsins umboðsmaður hevur verið á eftirlitsvitjan í trimum røktarheimum.
Staðfest var, at stovnarnir hava kunnað seg um tvingsilslógina.
Teir vita, at søkjast skal um góðkenning frá Kærustovninum til inntriv í eginfrælsið.
Inntriv krevja góðkenning
Inntriv, sum eru tvingsil sambært tvingsilslógini, krevja góðkenning.
Hóast tvingsil í serligum førum kann sýnast at vera neyðugur fyri at veita nøktandi røkt og umsorgan, skal altíð gerast ein ítøkilig meting um støðuna hjá búfólkinum.
Inntrivini eiga at vera ætlað einstøkum búfólki, ikki øllum búfólkunum.
Í einum føri staðfesti umboðsmaðurin, at góðkenningin fyri inntrivið var farin úr gildi.
Stovnurin var biðin um at søkja um nýggja góðkenning frá Kærustovninum, var brúk fyri tí.
Tað gjørdi stovnurin.

























