USA fær størri hernaðarligar heimildir í Grønlandi

USA fær størri hernaðarligar heimildir í Grønlandi
Nýggja trygdaravtalan gevur USA størri hernaðarliga hjáveru í Grønlandi, men staðfestir danskt fullveldi og grønlendskan sjálvsavgerðarrætt
Teir tríggir leiðararnir halda nýggju trygdaravtaluni á lofti eftir undirskrivingina í New York.
Mynd: Chip Somodevilla/AFP/Ritzau Scanpix  
 
22.09.2026 - 17:06

Grønland, Danmark og USA hava í dag, 22. september, undirskrivað nýggja trygdaravtalu um Grønland í New York.

Avtalan er ein víðkan av verjuavtaluni frá 1951 og staðfestir, at danska ríkið framvegis hevur fullveldi, og at grønlendingar hava rætt til sjálvir at avgera sína framtíð. 

Nýggj amerikansk hernaðarøki
USA fær loyvi at víðka virksemið á Pituffik Space Base. Harumframt kann USA seta á stovn nýggj verjuøki í Narsarsuaq í Suðurgrønlandi og Mestersvig í Eysturgrønlandi. Avtalan letur eisini upp fyri, at fleiri amerikonsk verjuøki kunnu koma seinni, men tað krevur semju millum partarnar. 

Amerikonsk flogfør fáa harumframt rætt til at flúgva yvir og lenda kring alt Grønland, og amerikanskar herdeildir, skip og akfør fáa víðfevndar heimildir at ferðast millum verjuøkini. 

Avmarkingar fyri onnur lond
Avtalan ásetir eisini, at lond uttanfyri Nato kunnu ikki hava hernaðarstøðir ella varandi hernaðarliga hjáveru í Grønlandi uttan semju millum partarnar. 

Eisini verða avmarkingar settar fyri ávísar íløgur úr londum uttanfyri Nato, ES og samstarvslond hjá Nato í serliga viðkvæmum økjum, eitt nú kritiska undirstøðukervið og tá tað kemur til ráevnisvinnu.  

Avtalan hevur ongan endadag, og kann bert broytast við samtykki frá øllum pørtum. Avtalan kemur tó ikki í gildi, fyrr enn neyðugu parlamentariska viðgerðirnar í Danmark og Grønlandi eru lidnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655