Ein nakin útgáva av Elinborg

Ein nakin útgáva av Elinborg
Um vikuskiftið kundu fólk, ið vóru til HOYMA í Syðrugøtu, uppliva Elinborg framføra sangir av "Í ævir" akustiskt. Hetta var ein av fleiri akustiskum konsertum næstu tíðina
Elinborg framførdi á sermerkta tónleikatiltakinum HOYMA á heimabeiti hjá sær í Syðrugøtu um vikuskiftið
Mynd: Alessio Mesiano  
 
23.09.2026 - 19:00

Seinasta árið hevur Elinborg veruliga gjørt vart við seg á tónleikapallinum.

Í fjør gav hon út sína fyrstu heildarútgávu, "Í Ævir", sum varð sera væl móttikin og setti ferð á eitt hendingaríkt ár við konsertferðum í Evropa, framførslum á fleiri festivalum og eina ferð til Meksiko. 

Á Faroese Music Awards 2026 fekk Elinborg handað heiðurin sum "Ársins tónaskald", sum er ein viðurkenning fyri hennara arbeiði og serstaka íkast til føroyska tónleikalívið. 

 

Konserferð kring landið

Um vikuskiftið kundu fólk, ið vóru til sermerkta HOYMA tónleikatiltakið í Syðrugøtu, uppliva eina meira nakna útgávu av Elinborg, har hon endurtulka nakrar av sangunum á "Í ævir" akustiskt.

Saman við Biritu Dam, Kristinu á Váli og Ólavi Gaard hevur Elinborg givið sangunum nýtt lív í einum einfaldari hami, har tónleikurin verður tikin heilt niður í kjarnuna við strúkarum og gittara. 

Næstu mánaðirnar kunnu fólk kring landið uppliva hesa sermerktu útgávu av "Í ævir", tá Elinborg fer á konsertferð. 

 

Yvirlit yvir konsertirnar:

2. okt: Listasavnið (Tórshavn) 
21. nov: Listastovan (Miðvági) 
16. jan: Norðurlandahúsið - klingran (Tórshavn) 
6. feb: Testovan (Klaksvík)


Mynd: Bárður Lydersen

 

Nú er tónleikurin hjá tær rættiliga gjøgnumsúrgaður elektroniskur. Hví hevur tú valt at spæla hann akustiskt?

»Hugskotið er at koma tættari upprunanum og spæla løgini, soleiðis sum tey ljóðaðu, tá tey vórðu skapt. Á hendan hátt fær tónleikurin meira rúm at anda, nýggjar litir og dýpd. Eg haldi, at tað er ótrúliga spennandi at kunnu spæla mín tónleik á ymsan hátt, og gleði meg at vísa lurtarunum, hvat vit hava funnið uppá.«


Hví er tað áhugavert at framføra tónleikin uttan elektronikk?

»Eg havi ein stóran kærleika til elektroniskan tónleik, og tað er har eg kenni meg mest heima. Tá tað er sagt, so byrjaði eg jú sum singer/songwriter, so tað er eisini ein ótrúliga stórur partur av mær. Eg skrivi enn mín tónleik á tann hátt, áðrenn eg førki hann inn í tann elektroniska heimin. Eg ynski við hesum konsertunum, at seta ferðina niður, og fara heilt inn í kjarnuna av mínum tónleikaheimi.«

 

Nú byrjaði tú sum ein singer/songwriter, so kunnu fólk vænta, at tú vitjar aftur til onkrar av fyrstu útgávunum hjá tær?

»Til hesar konsertirnar fara vit at spæla nøkur av teimum gomlu løgunum eisini, og eg eri sjálv sera spent, at aftur sleppa syngja tey løgini, tí tey sita ótrúliga tætt at hjartanum hjá mær!«

 

Hvat er annars á skránni hjá tær í nærmastu framtíð?

»Vit hava júst spælt á einum festivali í Týsklandi, sum eitur NCN FESTIVAL. Vit spældu á størsta pallinum, og tað er eitt kempi upplivisli. Á skránni í næstum er enn ein festivalur í Týsklandi í Oktobur, hendan konsertrøðin í Føroyum, og annars brúki eg nógva tíð í upptøkuhølinum í løtuni.«

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846