Hvalbiar kommuna ætlar at lækka skattin

Hvalbiar kommuna ætlar at lækka skattin
Samstundis hækkar barnafrádrátturin 1.000 krónur
Skattaprosentið í Hvalbiar kommunu lækkar næsta ár.
 
25.09.2026 - 13:03

Hvalbiar bygdaráð ætlar at lækka skattaprosentið eitt hálvt prosentstig næsta ár, so at tað kemur niður á 18,95 prosent.

Samstundis hækkar barnafrádrátturin 1.000 krónur,  upp í 9.000 krónur.

Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2027 var á býráðsfundinum í gjár, og tá var semja um at lækka skattaprosentið, sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu.

 


Janus Thomsen er borgarstjóri í Hvalbiar kommunu. 

 

Tá brimverjan í Hvalba fór fyri nøkrum árum síðani, var neyðugt at hækka skattaprosentið.

Síðani hevur kommunan goldið nógv aftur av skuld, og tí ber til at lækka skattin.

Hoyr samrøðu við Janus Thomsen í útvarpstíðindunum: 

 

25092026_Hvalbiar_kommuna


Onnur viðgerð av fíggjarætlanini verður í november.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329