Landsstýrið ætlar at hækka búnaðarstuðulin

Landsstýrið ætlar at hækka búnaðarstuðulin
Málið er á skránni, nú seinasta hond verður løgd á fíggjarlógina, men landsstýrismaðurin vil ikki seta krónutal á
Jacob Vestergaard umsitur búnaðarmál í landsstýrinum.
 
25.09.2026 - 14:28

Samgongan vil styrkja føroyska matframleiðslu og sjálvbjargni, og hetta skal gerast við at hækka landbúnaðarstuðulin.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at verður stuðulin hækkar, fer tað at geva meira grøði, og tað skuldi hjálpt til at skunda undir størri framleiðslu.

Í løtuni verður fíggjarlógin viðgjørd, men landsstýrismaðurin vil ikki seta krónutal á, hvussu nógv landbúnaðurin kann vænta.

- Vit hava sitið og viðgjørt fíggjarlógina, har landbúnaður eisini  er ein partur.  Landbúnaðarstuðulin er í dag útgreinaður niður í smálutir fyri ymisk sløg, og vit ætla at fáa tað gjørt meira einfalt yvirhøvur, og lagt nøkur aftura, til tað, sum eitur grøði annars, sigur Jacob Vestergaard.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25092026_Landbunarstudul

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334