Aron skal við til Moldova

Aron skal við til Moldova
Aron Benjaminsen, sum skoraði tvey mál fyri U21-landsliðið ímót Estlandi í gjár, skal við A-landsliðnum til Moldova í kvøld og verður eisini við ímóti Slovakia og í Kasakstan
Mynd: Fótbóltssamband Føroya  
 
26.09.2026 - 11:54

Aron Benjaminsen skal við A-landsliðnum til Moldova í kvøld og verður eftir øllum at døma eisini við til heimadystin ímóti Slovakia og útidystin ímóti Kasakstan, skilir Kringvarpið.

Vongurin skeyt so seint sum í gjár tvey góð mál fyri U21-landsliðið, sum vann 2-1 á Estlandi í EM-undankappingardysti í Pärnu og kom upp á 12 stig, sum er U21-met.

LES EISINI: Aron sendi góða umsókn til A-landsliðsvenjararnar

Um tað var avrikið í Estlandi, sum hevur sannført landsliðsvenjararnar, ella um ætlanin frá byrjan hevur verið at tikið Aron Benjaminsen við til Moldova, er óvist, men Eyðun Klakstein lat eitt pláss í hópinum standa tøkt til úttøkuna fyri kortum.

18 ára gamli vongurin, varð fyri kortum seldur úr Víkingi til Hearts í bestu skotsku deildini, har hann framvegis bíðar eftir sínum fyrsta dysti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328