Aron sendi góða umsókn til A-landsliðsvenjararnar

Aron sendi góða umsókn til A-landsliðsvenjararnar
Við tveimum málum tryggjaði Aron Benjaminsen føroyska U21-fótbóltslandsliðnum tepran sigur á útivølli ímóti Estlandi, og nú eru 12 stig á kontuni hjá Ólavi Mikkelsen og teimum
Føroyska U21-landsliðið vann 2-1 á Estlandi í Pärnu á estlendsku vesturstrondini
Mynd: Fótbóltssamband Føroya  
 
26.09.2026 - 08:53

Aron Benjaminsen sendi eina góða umsókn til A-landsliðsvenjararnar, tá hann við tveimum málum tryggjaði føroyska U21-fótbóltslandsliðnum tepran útisigur á Estlandi.

Fyrrverandi víkingavongurin, sum fyri kortum varð seldu til skotska høvuðsstaðarfelagið Hearts, gjørdi vart við seg eftir málleysan fyrra hálvleik. 

Fyrst revsaði hann eitt málverjamistak, og síðan økti hann til 2-0 eftir góðan og eyðkendan solotúr úr høgru síðu. 

Spurt hevur verið, hví 18 ára gamli úrmælingurin ikki varð tikin út til A-landsliðið, sum spælir ímóti Kasakstan í dag, men  hann stendur á gáttini, hevur Eyðun Klakstein sagt, og eitt pláss er framvegis ómannað í landsliðshópinum.

Tristan Pajo minkaði um munin til 2-1 níggju minuttir fyri leiklok, men føroyingarnir hildu fast. Ólavur Mikkelsen og hansara menn komu við sigrinum upp á 12 stig, sum er U21-met, og framvegis ber til at spæla seg til EM-endaspælið, men tá skal nógv hepnast fyri at fáa Sveis aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858