Brellbiti: Hesar sendingar koma í sjónvarpið í heyst og vetur 

Um KVF›Tíðindi
Brellbiti: Hesar sendingar koma í sjónvarpið í heyst og vetur 
Nýggj sendirøð úr Hoydølum, fleiri portrettir, søguligir dokumentarar og náttúru- og vinnusendingar verða vístar í sjónvarpinum í heyst og í vetur. 
 
27-09-2026

Tú kanst gleða teg til vetrarskránna í sjónvarpinum. Kringvarp Føroya hevur í vár og summar gjørt fleiri upptøkur, sum nú verða kliptar til sendingar og sendar í sjónvarpinum. 

Her er ein brellbiti við brotum úr fleiri av sendingunum:

reyp_dokumentar_2026

Fyrsta sending, sum fer av bakkastokki um góðar tvær vikur, eitur "Leivur vil liva" og snýr seg um ein mann, sum ger eina roynd at koma burtur úr sínum misbrúki. 

 

Eitt kringvarpslið hevur fylgt Beini Johannessen og poltisku telvingini dagarnar eftir løgtingsvalið í vár og fram til apríl, tá samgonga varð skipað.  

 

Eitt annað kringvarpslið hevur fylgt kokkinum Poul Andrias Ziska vikurnar, tá hann stríddist við at gera nýggju matstovuna PAZ klára og fram til kvøldið, tá Michelin-stjørnurnar vórðu handaðar. 

 

Eitt triðja kringvarpslið fylgdi fyri nøkrum árum síðani tónaskaldinum Sunnleifi Rasmussen til Tjernobyl í sambandi við eina tónleikaverkætlan. Tað er eisini blivið til eina sending, sum verður send í sjónvarpinum í heyst. 

 

Á vetrarskránni er eisini ein søguligur dokumentarur, har leitað verður aftur til seinna heimsbardaga, tá týsk bumbuflogfør í fleiri førum bumbaðu Klaksvík. 

 

Ein onnur søgulig sending viðger virksemið í Sjónleikarhúsinum í Havn, sum fylti 100 ár í ár. 

 

Ein triðja søgulig sending fylgir umvælingini av Stokkastovuni í Tinganesi, har fleiri áhugaverdir lutir eru komnir undan kavi. 

 

Eitt portrett við listakvinnuni Silju Strøm er í næstan liðugt og verður til eina sending, har vit fylgja henni í gerandisdegnum í Skotlandi  og fram til eina listaframsýning í Norðurlandahúsinum í Havn. 

 

Eitt annað portrett er um Petur Pólson, sum er mest kendur sum frontmaður í Clickhaze og yrkjari, men sum seinastu árini hevur stríðst við heilsuna. 

 

Og so er tað væl umtókta sendirøðin Hoydalar, sum kemur aftur - hesa ferð við seks nýggjum spírum, sum tulka fimm nýggjar stjørnur. 

 

Eisini er ein ferðavinnusendirøð í umbúna, umframt at ein sendirøð um íverksetarar tekur skap.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938

Um kvf css